Tíðindi


Vit ynskja øll eitt mennandi samstarv, men hava vit tað?

Tað var spurningurin, sum Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi & skúla, reisti á ráðstevnu fyri lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum herfyri

27. desember 2017

Á ráðstevnu fyri lærarar og leiðarar í oktober hevði Jóngerð Nielsen, forkvinna í Foreldrafelagnum Heimi & skúla, framløgu undir heitinum ‘mennandi samstarv’.

- Vit geva okkum vanliga ikki so stórt far um, hvat hvør einstakur okkara leggur í orðini ‘mennandi samstarv’. Í nevndini í Heimi & skúla eru ymsar meiningar um, hvat hetta merkir. Tí royndi eg í framløguni at taka ymiskt fram, sum kann koma undir ‘mennandi samstarv’, og at tulka hugtøkini.

Jóngerð Nielsen sigur, at tað hevur týdning í skúlahøpi at seta orð á, hvat mennandi samstarv kann merkja.

- Vit eiga alla staðni í skúlahøpi at royna at seta orð á, hvat menning merkir fyri okkum. Merkir tað, at vit kunnu fara inn í eitt samstarv? Og hvat skal eg hava við inn í tað samstarvið? Fyrsta treytin er at vera forvitin eftir at vita, hvat endamálið er við samstarvinum, sum vit fara undir. Hvat haldi eg er mennandi í tí? Tá ið talan er um námsfrøðiligt samstarv, so hugsi eg, at tað er mennandi fyri læraran at vita, hvørji krøv sambært lóg verða sett. Fyri foreldur er tað mennandi at vita, hvørjar tankar lærarin hevur gjørt sær um námsfrøðiligu ætlanina, viðkomandi leggur upp til. Fyri barnið kann tað vera mennandi at vita, hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær um námsfrøðiligu ætlanina samanborið við tað, sum lærarin heldur. Í stuttum snýr tað seg um at koma inn á kjarnuna í samstarvinum. Samstarv merkir, at vit saman starva um sama endamálið.

Uttan samskifti einki samstarv. Samskifti hevur tí sera stóran týdning í einum samstarvi, sigur forkvinnan í Heimi & skúla.

- Sum foreldur ella lærari kann eg samskifta beinleiðis og óbeinleiðis. Í samskiftinum kann eg vera nærverandi og fráverandi; situr tú á einum fundi og ert upptikin av eini fartelefon, ert tú fráverandi; lurtar og luttekur tú hinvegin áhugaður og eldhugaður, ert tú nærverandi. Til tíðir eru vit tvungin inn í eitt samstarv, og tað er skjótt at meta um, hvørt tú ert áhugaður í samstarvinum, um tú luttekur nærverandi ella ikki. Í skúlahøpi kann tað koma fyri, at tú skalt samstarva og samskifta við fólk, tú ikki allarmest ynskir at samstarva við; samstarvið kann verða álagt tær sum lærari ella foreldur. Hvat ger hetta við títt samskifti og títt samstarv?

Undir framløguni knýtti Jóngerð Nielsen hugtøk til bókstavirnar í orðinum ‘mennandi’. Hvat kunnu hesir bókstavirnir standa fyri:

Fyri M: at menna

Fyri E: at vera erligur, ektaður og til staðar

Fyri N: nakað fyri nakað. Eg má geva nakað fyri at fáa nakað.

Fyri N: nakað fyri nakað. Eg má geva nakað fyri at fáa nakað.

Fyri A: at vera aktivur í samstarvinum og vera atkomiligur. Tað kunnu eisini vera afturstig í einum samstarvi, tá er umráðandi at steðga á, bakka aftur og spyrja seg sjálv, hvat endamálið er við samstarvinum.

Fyri N: nøring, í øllum samstarvi er neyðugt at geva tí nøring, fyri at tað kann vaksa.

Fyri D: dygdir, tað er alneyðugt at vera varug við, at øll koma við ymsum dygdum inn í eitt samstarv, og at vit duga at gagnnýta allar dygdir.

Fyri I: ivast, tað er í lagi at ivast og at vera ósamd við hinum; uppbyggjandi ivi leggur upp til góð prát.

Foreldrafelagið Heim & skúli er sjálvur ásurin í samstarvinum millum skúlan og foreldrini. Nógva staðni er gott samstarv; forkvinnan í Heimi & skúla heldur, at tað er umráðandi at tey, sum varða av skúlanum, duga at taka tað fram, sum riggar.

- Tá okkurt eydnast, og tá samstarvið er gott, eiga vit at varpa ljós á tað og at seta orð á tað.

Foreldrafelagið Heim & skúli er høvuðsfelagið fyri øll skúlastýrini í landinum; val til skúlastýrið er fjórða hvørt ár. Heim & skúli hevur eitt umboð í fólkaskúlaráðnum, sum situr trý ár, og sum hevur til endamáls at ráðgeva landsstýriskvinnuni í málum viðvíkjandi fólkaskúlanum.

Á myndini nevndin í Heimi & skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.