Tíðindi

Vit skulu hava ein tíðarhóskandi fólkaskúla

Fólkaskúlanum tørvar dagføringar á fleiri økjum, um hann skal hóska til tey krøv, ið samfelagið og vitanin um skúlaskap seta einum tíðarhóskandi fólkaskúla í dag. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

09.12.2020

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nevndi í ólavsøkurøðu síni, at vit skulu hava ein tíðarhóskandi fólkaskúla. Tað er gott, at løgmaður hevur ynski um ein fólkaskúla, ið hóskar til tíðina, tí fólkaskúlanum tørvar dagføringar, til dømis tá ið talan er um innihaldið í fólkaskúlanum og at geva lærarum hóskandi arbeiðsumstøður. Vit vilja gjarna møta landsins stýri, so at vit kunnu síggja hetta ynski í verki.

Fólkaskúlanum tørvar dagføringar á fleiri økjum, um hann skal hóska til tey krøv, ið samfelagið og vitanin um skúlaskap seta einum tíðarhóskandi fólkaskúla í dag. Játtanin til fólkaskúlan røkkur ikki til framskrivingar; tí má fígging setast serstakt av til hetta arbeiði, um ynski eru um dagføringar. Nøkur øki, ið vit mugu taka upp, eru lærugreinabýtið, ið má endavendast, innihaldið í lærugreinunum má dagførast, tørvur er á íløgum í víðari- og serútbúgving av lærarum, KT-kervið eigur at verða skipað í mun til dátutrygd, og lærarum tørvar tíð og umstøður til sínámillum samstarv. Halda vit hetta upp ímóti tí menningarvirksemi, ið fer fram í fólkaskúlanum, so má meira til enn tað, ið vit hava sæð.

Nakað av virksemi er tó í løtuni, tá ið talan er um at gera ábøtur í fólkaskúlanum; nevnast kunnu KT-verkætlanin fyri undirvísingarverkið og undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hesi átøk eru átrokandi og eitt fet rætta vegin, men meira skal til, um fólkaskúlin skal vera tíðarhóskandi.

Innihaldið í fólkaskúlanum er ikki tíðarhóskandi. Tað er lagt aftrat lærugreinunum í fólkaskúlanum, uttan at neyðugar tillagingar í lærugreinabýtinum eru gjørdar. Lærugreinarnar, sum tær eru ásettar í fólkaskúlalógini, mugu endavendast, so at býtið hongur saman. Tað er eisini átrokandi tørvur á, at vit fáa nýggjar námsætlanir at lýsa innihaldið í lærugreinunum, so at nógvu fakligu førleikamálini verða væl færri, og umstøðurnar og tíðin til djúphugsni og verkligar arbeiðshættir gerast betri.

Grundin undir fólkaskúlanum er góðir lærarar. Umstøðurnar hjá lærarum eru ikki tíðarhóskandi, tá ið vit hugsa um umstøðurnar at dagføra skúlan og at arbeiða fyri trivnaðinum hjá næmingunum. Um skúlin skal menna seg, so mugu lærararnir hava stundir í síni arbeiðstíð til í felag at ráðleggja, samstarva, eftirmeta og virka fyri skúlamenning. Tíðin til hetta felags virksemi í skúlanum er nógv skorin seinnu árini, so at lærarar í nógv størri mun bara eru settir at undirvísa. Undirvísingartímatalið um vikuna er í hesum sambandi hækkað knappar tveir tímar, meðan tíðin til samstarv í skúlanum er skorin munandi. Fleiri lærarar hava bara ein góðan tíma um vikuna til samstarv og skúlamenning, og tað røkkur ikki til ein tíðarhóskandi fólkaskúla. Henda broytingin í arbeiðstíðini hjá lærarunum er eitt reint spariátak; tankin um, at rokniarkið skal passa, er kumpassin hjá fyrisitingini, og hetta er ein forðing fyri skúlapolitiskari hugsan.

Landsstýrisfólkið í skúlamálum hevur sett sum mál fyri fólkaskúlan at minka um happing millum børn. Hetta er eitt gott mál, ið skúlar taka undir við, men um skúlin skal føra hetta arbeiði út í verk, so mugu lærarar hava arbeiðsumstøður til at virka fyri trivnaðinum hjá næmingunum. Broytingin í arbeiðstíðini hjá lærarum fer beint ímóti hesum. Lærarar undirvísa meira, so at tíðin og orkan til trivnaðararbeiði er minni, og seturskúlar, ið eru eitt framúr amboð at virka fyri trivnaðinum millum børnini, eru eisini skerdir seinnu árini, tí at teir kosta eitt sindur.

Ynskjunum um ein tíðarhóskandi fólkaskúla, har børnini trívast og læra, taka vit undir við, og skúlarnir virka eisini dagliga fyri hesum. Men um vit skulu flyta skúlan fram at vera tíðarhóskandi, so má fígging setast serstakt av til at dagføra karmarnar um fólkaskúlan, og tað má skerast av høga undirvísingartímatalinum hjá lærarunum, so at teir fáa tíð at virka til at menna skúlan og betri tíð at arbeiða fyri trivnaðinum hjá børnunum. Orðini eru góð, men einsamøll røkka tey stutt.

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum kemur í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.