Tíðindi

Vit seta ferð á lesingina

Við nýggja átakinum “Kom og les” vil Føroyar lesa seta ferð á lesingina í 3.-4. flokki. – Tað er í fjórða flokki, at vit síggja, at næmingar, sum annars dámar at lesa, møta einari brattari mótbrekku, sum ger av við hugin til at lesa. Tí síggja vit tað sum alneyðugt at seta inn við serligum lesiátaki til júst henda málbólkin.

02.12.2021

Eftir summarfrítíðina bjóðaði Føroyar lesa eitt skeið í at styrkja lesingina í miðdeildini. Undir heitinum “Kom og les” hava lærarar í 3. og 4. flokkunum úr øllum landinum møguleika til at royna tilfar, ið serliga er ætlað at menna lesingina í miðdeildini. Talan er um donsku útgávuna Flydende læsning i praksis eftir Gertrud M. Brandt, sum Pálin Olsen, lesivegleiðari, saman við øðrum hevur týtt.

Kanningin frá 2017-18 av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki í fólkaskúlanum staðfestir, at tað serliga er eftir 4. flokk, at hugburðurin hjá næmingunum til at lesa versnar.

- Vit halda, at versnandi hugburðurin til bøkur bendir á, at næmingarnir missa hugin at lesa og tí steðga upp í sjálvari lesimenningini, sigur Emmy Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi á Námi og limur í arbeiðsbólkinum Føroyar lesa.

Hetta er sera álvarsligt, tí ein týðandi fortreyt fyri at kunna taka lut í undirvísingini í øllum lærugreinum er, at næmingarnir áhaldandi menna sínar lesiførleikar. Tað er orsøkin til, at Føroyar lesa hava valt at seta inn í lesingini í 3. og 4. flokki.

- Vit hava umrøtt, hvussu vit saman við skúlunum kunnu venda gongdini. Við at seta inn tíðliga, og áðrenn næmingarnir missa lesihugin, vóna vit, at fleiri næmingar fara at halda á við at lesa, varðveita hugin at lesa og javnt og samt menna lesingina, so teir gerast stinnir lesarar.

Skúlin saman við foreldrunum

Grundleggjandi vilja flestu børn læra, og tey vilja gera sítt besta í skúlanum og tað, sum lærarar og foreldur vænta av teimum. Kortini staðfestir lesivanakanningin frá 2017-2018, at ov nógvir næmingar í fólkaskúlanum lesa ov lítið til at gerast góðir og tryggir lesarar.

- Og tað mugu vit í skúlanum – saman við foreldrunum – gera nakað við. Í 4. flokki og uppeftir verður væntað, at flestu næmingar lesa á einum støði, sum ger teir førar fyri at ogna sær vitan úr tí, teir lesa. Um vit skipa undirvísingina soleiðis, at næmingarnir uppliva, at teir duga, at tað loysir seg at gera sær ómak, og teir fáa kensluna av at megna at fylgja við í undirvísingini, eru vit á góðari leið. Tí tað er hugurin, sum er drívmegin.

Stuðulin frá foreldrunum hevur sera stóran týdning fyri lesimenningina, og uppgávan hjá teimum er áhaldandi at stuðla og eggja børnunum at lesa og gera skúlatingini. Børnini skulu læra at lesa í skúlanum, men heima skulu tey lesa uppá, venja lesingina og hava frílesing.

Og hetta er júst endamálið við tilfarinum til “Kom og les”. Tilfarið fevnir um lesivenjingar bæði í skúla og heima, og bæði sum sjálvstøðugt arbeiði og saman við øðrum. T.v.s., at í tilfarinum eru ítøkiligar venjingar í at lesa, har næmingar eitt nú skiftast um at lesa fyri hvørjum øðrum. Næmingarnir venja lesiferð, upplestur, innantannalesing, at leita eftir nýggjum orðum og at læra seg týdningin av teimum, tey læra um bókmentaligar sjangrur o.s.fr. Harafturat er ítøkiligt tilfar til næmingar at klippa út og nýta í tímanum, eitt nú ein raddarmátari, ein smíleftirmeting og bókamerki. 

Stinnari lesarar – betri lesihugur

Undirtøkan fyri átakinum hevur verið ovurhonds stór. Tá av tornaði, høvdu 23 skúlar og 78 lærarar meldað seg til skeiðið; stóra undirtøkan vísir, at skúlarnir eisini taka versnandi lesiførleikan í stórum álvara og vilja gera nakað við tað. Eftir innleiðsludagin fegnaðust lærararnir um, at ítøkiligt tilfar varð fingið til vega, sum ger tað lætt hjá lærarunum at fara í holt við at undirvísa í lesiskeiðnum.

- Hetta styrkir okkum í, at tað var rætta avgerðin at fara í samstarv við Lesivegleiðarafelagið og fáa júst hetta tilfarið til vega, og vit gleða okkum til at fylgja gongdini og at eftirmeta skeiðið saman við lærarunum. Vit fegnast um samstarvið við Lesivegleiðarafelagið; felagið eigur stóran lut í at undirtøkan fyri “Kom og les” er so stór, sigur Eilen Anthoniussen, samskipari og samskiftisfólk.

Við at styrkja lesingina í endanum av grunddeildini og í byrjanini av miðdeildini verður mett, at vit betur kunnu fáa eyga á avbjóðingarnar, sum næmingarnir uppliva í mótbrekkuni í miðdeild og sostatt gera nakað við tað.

- Málið er, at vit í skúlanum enn betur kunnu stuðla teimum í lesingini, so tey halda á at lesa. Uppliva tey, at tey gerast stinnari lesarar við at lesa í skúlanum og heima og vónandi eisini koma gleðast um at lesa bøkur, so er hetta eitt boð upp á, hvussu vit kunnu fáa betra lesiførleikan.

- Tí er tað sera týdningarmikið, at vit gera alt fyri, at næmingarnir varðveita hugin og viljan at lesa, til teir eru á einum støði, sum vit vita fer at gagna teimum víðari í skúlagongdini, í øllum lærugreinum og í lívinum sum heild, halda Eilen og Emmy.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.