Tíðindi

Vit raðfesta starvsfólkaviðurskiftini í fólkaskúlanum

- Betri eftirútbúgvingarmøguleikar og tryggari størv eiga at virka við til eitt betri sálarligt arbeiðsumhvørvi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

31. januar 2020

Í londunum kring okkum verður sálarliga arbeiðsumhvørvið í skúlaverkinum givið størri og størri gætur. Í samgonguskjalinum verður sagt, at tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í samband við m. a. starvsfólkaviðurskifti.

- At starvsfólkaviðurskifti í skúlaverkinum verða nevnd í samgonguskjalinum, vísir, at vit raðfesta tey. Í mínum privata starvi sum kommunulækni havi eg í nógv ár sæð, at vánaligt arbeiðsumhvørvi er nógv meiri útbreitt enn nakar ímyndar sær. Hvørja viku havi eg sæð fólk, sum eru komin illa fyri, orsakað av vánaligum arbeiðsumstøðum. Mangan er tað grundað á tvístøður millum starvsfólk. Okkum vantar hagtøl, sum lýsa støðuna, men skal eg meta út frá mínum privata arbeiði, so eru lærararnir ikki fleiri í tali samanborið við aðrar yrkisbólkar, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana heldur, at stóra trýstið, ið nógvir lærarar kenna á sær, kemst av, at teir taka á seg ov nógvar uppgávur, eitt nú eftir- ella víðariútbúgving.

- Eitt, sum eyðkennir mong, sum fáa strongd, er, at tey eru í holt við eftirútbúgving, meðan tey arbeiða fulla tíð. Hyggja vit at skúlaverkinum, so eru umstøðurnar viðvíkjandi eftirútbúgving versnaðar nógv síðstu árini. Tær eru rætt og slætt forsømdar. Vit síggja eisini, at í yrkjum, har eftirútbúgvingar ikki verða bodnar starvsfólkunum, velja fólk sjálv at fara undir eftirútbúgving, uttan at fáa frí ella umstøður til tað. Hjá nógvum verður tað ov nógv. Hinvegin er eftirútbúgving ógvuliga umráðandi, um tú skalt trívast á einum arbeiðsplássi; tað hevur nakað at gera við at verða virdur fyri tað, tú gert, umframt at tað er neyðugt at læra tað nýggja, sum verður lagt á teg. Vit mugu gera møguleikarnar hjá lærarum at eftirútbúgva seg betri. Umframt mugu vit broyta viðurskiftini soleiðis, at lærarar ikki í so stórum tali mugu søkja sítt egna starv á hvørjum ári. Tað er ein byrða í sjálvum sær ikki at vita, um ella hvar tú hevur arbeiði næsta ár.

Tað er arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgdina av, at arbeiðsumhvørvið er trygt, men ábyrgdin av, hvussu nógv, tú leggur á teg sjálvan, er tín, vísir landsstýrismaðurin á.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er bara tú, sum kanst tala at, um tað verður ov nógv. Hetta hevur nógv at gera við, hvussu arbeiðsplássini eru skipað. Ein skúli átti at verið ideellur at skipað arbeiðsviðurskiftini, tí nógvir skúlar eru ikki so stórir, og umhvørvið er tætt; tað átti at gjørt, fólk ansaðu betur eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum. Hinvegin eru spurningar sum, hvar markið hjá hvørjum einstøkum gongur, og um tað ber til at læra at hava umsorgan fyri sínum starvsfeløgum, eisini viðkomandi at seta. Í øllum førum eiga vit at kunna krevja av skúlastjórum, at teir síggja tað sum sína uppgávu at skapa góðar tryggar umstøður fyri starvsfólkini, ið hann hevur ábyrgdina av.

Í Lærarafelagnum síggjast avleiðingarnar, tá ið sálarliga arbeiðsumhvørvið í skúlunum ikki er gott. Javnan koma lærarar, ið kenna arbeiðið at vera tungt, á gátt hjá felagnum, og sjónligt er, at sálarligu arbeiðsumstøðurnar ikki hava verið nøktandi. Ofta vísir tað seg, at lærarar og leiðslur ikki varnast vánaligu arbeiðsumstøðurnar, fyrr enn skaðin er hendur. Skaðin kann vera so hættisligur, at tey eru leingi burtur frá arbeiði ella kunnu ikki venda aftur til arbeiðsmarknaðin. Hetta kostar bæði tí einstaka, skúlanum og samfelagnum nógv. Arbeiðið við sálarliga arbeiðsumhvørninum hjá lærarum og leiðslum í fólkaskúlanum hevur verið lágt raðfest. Og hagtølini, vit hava á hesum øki, eru fá og gomul.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.