Tíðindi/Greinar

03.08.2018

Vit mugu standa saman um Strok og Píka 7

Hetta er sanniliga ein gáva til okkara børn. Ein gáva vit mugu verja og fara væl við. Andrea á Ríðuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Strok er okkara góða gamla barnablað, sum øll børn, ið ganga í skúla í dag, kenna. Blaðið, sum á fyrsta sinni kom út á jólum 1928, er til enn, tó tað hevði ein steðg frá desembur 1931 til januar 1959. Lukkutíð tóku fólk táttin uppaftur, og blaðið er komið út síðan. Tað hevur gjøgnum tíðina skift skap, form og navn, men innihaldið hevur altíð verið hitt sama. Lesnaður til børn/ung á føroyskum, lesnaður, ið er spennandi hjá børnum og kanska onkrum vaksnum eisini.

Tíðir broytast, og tí er eisini neyðugt hjá einum blaði at fylgja við. Strok hevur eina heimasíðu (strok.fo), eina sera spennandi síðu, har brellbitar úr blaðnum eru, har er møguligt at tekna hald, og so liggja eisini nøkur stuttlig filmsbrot á síðuni. Har er eisini møguleiki at skriva inn til teirra, um man hevur okkurt upp á hjarta.

Undanfarna skúlaár gjørdi man aftur eina broyting við at man fekk Píka 7 til tey yngru børnini. Hetta er eitt sera spennandi blað, ið er komið út fýra ferðir. Hetta ætlar man at broyta til komandi skúlaár, soleiðis at bæði Strok og Píka 7 koma út sjey ferðir árliga. Hugsanin er, at Strok er til tey eldru børnini, meðan Píka 7 er til tey yngru. Eg vil tó siga, at kanska eru evnini í Stroki nakað torført til tey yngru, men Píka 7 saktans kann vera til tey eldru, eitt sera spennandi blað, ið eisini hevur eina heimasíðu (pikasjey.fo), sum man kann vitja.

Alt hetta verður gjørt, tí man metir, at tað er týdningarmikið, at børn og ung skulu hava samtíðartekst at lesa á føroyskum.

Vit vaksnu kunnu halda, at tað, sum stendur í bløðunum, er bara fjas, men tað halda tey børnini ikki, tað sæst týðiliga, tá blaðið kemur. Tey eru sum grippar eftir blaðum og vilja lesa alt fyri eitt. Sjálv haldi eg, at tað er deiligt, at okkara børn kunnu leita sær upplýsingar í lættlisnum teksti.

Hetta er sanniliga ein gáva til okkara børn. Ein gáva vit mugu verja og fara væl við.

Men henda gáva heldur ikki lív í sær sjálvum. Vit vaksnu mugu taka undir við bløðunum og keypa tey til okkara børn.

Bókadeildin ger eitt megnararbeiði við at geva út Strok /Píka 7 og barna- og ungdómsbøkur. Men tað er ikki so, at tað er ein ótømandi kelda. Tað er neyðugt at eftirhyggja, hvat loysir seg á hvørjum ári, og enn er tað so, at Bókadeildin velur at geva bløðini út, tí man heldur hetta arbeiðið hava so stóran týdning. Ynskja vit, at hetta framúrskarandi blaðið skal koma út, mugu vit standa saman um tað, so tað framhaldandi verður føroyskum børnum at gagni.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan