Tíðindi

Vit mugu ongantíð gevast at arbeiða við happing

- Tað er óvirðiligt mótvegis teimum, sum verða happað, ikki at vilja brúka orðið happing, tí tað er onkursvegna at lítilsmeta tað, sum tey hava verið fyri, sigur Helle Rabøl Hansen, granskari í happing

27.03.2019

Síðst í apríl verður nýggj happingarkanning almannakunngjørd. Helle Rabøl Hansen, sum hevur granskað í happing í 20 ár, ávarar ímóti hugburðinum, sum er nógv frammi nú á døgum, har skúlar nokta at brúka fyribrigdið happing og í staðin vilja brúka orðið trivnaður.

- Tað eru skúlar í Danmark, sum ikki vilja brúka orðið happing, tí teir vilja varpa ljós á trivnað; um somu tíð eru tað skúlar, sum brúka orðið happing. Lagnunnar speisemi, so vísir tað seg, at trivnaðurin er ikki eins høgur í skúlum, sum heldur vilja brúka orðið trivnað enn happing. Tað er óvirðiligt mótvegis teimum, sum verða happað, ikki at vilja brúka orðið happing, tí tað er onkursvegna at lítilsmeta tað, sum tey hava verið fyri. Tey, sum hava verið happing, vilja gjarna hava, at lurtað verður eftir teimum, og at tey verða vird.

Í norðurlendskum høpi hava norðmenn og sviar gingið undan í arbeiðinum at basa happing; arbeiðið í Danmark byrjaði av álvara fyri góðum 20 árum síðan. “Fri for mobberi”, tað sum á føroyskum eitur “Betri vinir”, hevði 10 ár á baki í fjør. Hóast nógv verður gjørt, er alla tíðina umráðandi at hyggja at, hvørjar avbjóðingar eru, hvørji spurningar stinga seg upp, og hvørjar forðingar eru fyri at røkka málinum, heldur Helle Rabøl Hansen.

- Eg hoyri framvegis so ræðuligar søgur um happing, at eg havi ilt við at sleppa teimum aftaná og leggja tær frá mær. At so nógv og ræðulig happing fer fram, hóast ljós verður varpað á happing, bæði í skúla og samfelag sum heild, sigur okkum, at vit ongantíð mugu gevast at arbeiða við happing og at menna nýggj, tryggari og betri skúlaumhvørvi. Fyri 10 árum síðan var orsøkin til happing hildin at vera næmingurin sjálvur, meðan tað í dag er skúlaumhvørvið, sum verður hildið at vera orsøkin til happing. Hóast nógv er broytt til tað betra, síggi eg hetta 20 ára skeiðið nógv dømi um, at skúli og lærarar siga frá sær sína ábyrgd og skyldu.

Á evnisdegi í Norðurlandahúsinum í fjør hevði Helle Rabøl Hansen eina framløgu, sum æt Antihapping – hvussu langt eru vit komin.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2019, sum kom í februar

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.