Tíðindi

Vit mugu ikki lata skúlan upp aftur í óðum verkum

- Gera vit, sum tað sannlíkt verður gjørt í Danmark, so verður skúlin latin upp aftur í stigum, nakrir árgangir í senn. Spurningurin um smittuvanda og reinføri eigur væl og virðiliga at verða viðgjørdur áðrenn, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

1. apríl 2020

Kjakið um, nær og hvussu skúlarnir kunnu verða latnir uppaftur, er rættiliga kyknað í Danmark, eftir at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fyrr í vikuni læt upp fyri, at samfelagið – um alt gongur eftir vild, og fólk framvegis eru á varðhaldi – kann verða latið spakuliga uppaftur eftir páskir. Í kjalarvørrinum á útsøgnini hjá forsætisráðharranum hava skúlafólk og heilsumyndugleikar úttalað seg, og har tykist semja verða um, at tað eru nógv fyrilit, sum eiga at verða tikin, og at tað kanska ikki er so lætt, sum tað kann tykjast, bara at lata upp. Spurningurin um smittuføri og smittuvanda eigur at verða væl og virðiliga viðgjørdur, áðrenn dyrnar verða latnar uppaftur, siga heilsumynduleikar og skúlafólk, sum sita við ábyrgdini við, at smittan ikki breiðir seg aftur, um næmingarnir koma aftur í skúla.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, er samdur við hesum.

- Vit mugu ikki lata skúlan upp í óðum verkum; alt eigur at verða gjørt í neyvum samstarvi við heilsumyndugleikarnar. Gera vit, sum tað sannlíkt verður gjørt í Danmark, so verður skúlin latin upp aftur í smáum, nakrir árgangir í senn. Spurningurin er, hvørji fyrilit tað fer at verða mælt til viðvíkjandi stødd av flokkum og so frástøðu. Hetta verður ein stór avbjóðing, men alt ber til, um vit vilja tað, summastaðni betur enn aðrastaðni. Summir skúlar ráða yvir fleiri og størri hølum, har ber betur til enn aðrastaðni, har hølini eru fá og smá. Tað ber til at skipa smærri næmingabólkar, men hetta krevur fyrireiking og tilrættalegging, og alt eigur at verða sprittað millum hvønn tíma

Níggindi flokkur skal til próvtøku í summar, og tí eigur hesin árgangurin at verða raðfestur fremst, heldur Jacob Eli S. Olsen. Aðrir flokkar kunnu bíða og koma í aðru atløgu.

- Næmingarnir í 9. flokki eiga so skjótt sum ráðiligt at fáa undirvísing saman við lærarunum, um tey skulu til fráfaringarroynd í summar, soleiðis at tey kunnu fyrireika seg. Tað talar eisini fyri, at grunddeildin má sleppa í skúla aftur, um foreldrini hjá hesum kunnu fara til arbeiðis, soleiðis at samfelagshjólini kunnu mæla skjótari aftur. Formaðurin í danska skúlaleiðarafelagnum, Claus Hjortdal, hevur í vikuni tikið hesar báðar bólkarnar fram sum teir, sum eiga at verða raðfestir fyrst, og hetta haldi eg eru skilagóð ráð at fylgja.

Hvat vit kunnu gera við smittuvandan í skúlanum, eigur at verða væl og virðiliga viðgjørt, og serligar fyriskipanir eiga at verða settar í verk.

- Vit mugu hugsa eyka reinføri og framvegis hava reglur um ikki at hittast í stórum bólkum og at hava frástøðu eina rúma tíð fram. Tað kann væl hugsast, at tað í fyrsta umfari er skilagott, at næmingarnir hava ein styttri skúladag og nakrar útvaldar lærugreinir og fáar lærarar. Um skúlin skal lata uppaftur, so má skúlin fáa greiðar mannagongdir fyri, hvussu vit umgangast hvønn annan, tí tá er tað skúlin, sum situr við ábyrgdini fyri, at smittan ikki breiðir seg í flokkinum og harvið eisini í samfelagnum.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at tað er vandamikið at tosa ov ítøkiliga um, nær skúlin kann verða latin upp, tí skipanin enn er so viðbrekin.

- Lurta við eftir serkunnleikanum, so fáa vit at vita, at javnvágin í løtuni er sera viðbrekin. Í staðin fyri at siga, at vit byrja at lata upp beint eftir páskir, so haldi eg, at vit í staðin í huganum eiga at fyrireika okkum til, at vit verða heima eina tíð afturat, og at skúlin og heimini fyrireika seg til, at hetta fjarsamband millum skúlan og næmingin verður eina løtu enn. Skúlin eigur tó skjótt at fyrireika seg til, hvussu vit byrja aftur, soleiðis at vit eru klár, tá ið tann tíðin kemur.

Føroya Lærarafelag hevur enn ikki verið hoyrt ella eftirspurt av landsins myndugleikum, tá ið talan er um, hvussu skúlin kann verða latin upp aftur, men formaðurin Lærarafelagsins metir, at tað fara tey at verða.

- Vit hava havt gott samskifti við Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið í hesi tíðini, undantaksstøðan hevur verið. Undantaksstøðan krevur meiri og annað av okkum øllum. Vit hava ikki merkt nakað trýst frá nøkrum pørtum, lærarum ella foreldrum, um, at skúlin skal verða latin upp aftur. Øll skilja, at vit eru í eini undantaksstøðu, og at øll mugu gera sítt fyri, at smittan ikki breiðir í samfelagnum, og at skúlin hevur samband við næmingarnar, og at teir eru so virknir fakliga sum til ber. Nakrir næmingar eru í eini serligari støðu, har heimini ikki megna at hava ábyrgdina av teimum í gerandisdegnum, t.d. har barnaverndartænastan er uppií. Hesir næmingarnir hava gott av skipaða skúladegnum, og tí má skúlin saman við barnaverndini og foreldrunum hava samband við hesi børnini, so leingi undantaksstøðan er, og møguliga má eitt partvíst skúlatilboð skipast fyri hesi.

Eftir páskir verður støða tikin til, um landsroyndir verða í ár. Jacob Eli S. Olsen heldur, at landsroyndirnar kunnu verða seinni í skúlaárinum ella í byrjanini av næsta skúlaári.

- Tað ber eisini til, sum tað hevur verið okkurt árið, at ongar landsroyndir vera. Hetta er ov tíðliga at taka avgerð um enn, men landsroyndirnar eru ikki størsta neyðin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.