Tíðindi

Vit mugu bjóða eitt fyrstafloks skúlatilboð, sum tey flestu eru nøgd við

Í morgun hevur landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, lagt fram frágreiðing, sum er ætlað sum grundarlag undir aðalorðaskifti um fólkaskúlan

15.11.2018

Í innganginum í frágreiðingini verður sagt, at fólkaskúlin er hjartaslátturin í fólkaræðinum, andadrátturin í mentanini og bulurin undir útbúgvingarskipanini.

- Øll børn eiga rætt til góða skúlagongd og rúmd í fólkaskúlanum. Skúlin skal tryggja hvørjum einasta borgara bókliga, musiska, kreativa, andliga, handliga og sosiala menning, umframt eitt breitt alment dannilsi. Saman við foreldrunum skal skúlin geva øllum børnum hollan lívsførning, fjølbroyttar førleikar og dygdargott grundarlag fyri víðari útbúgving.

Víðari verður sagt, at fólkaskúlalógin skal ikki vera ov stirvin, men lata upp fyri menningarmøguleikum lokalt, so at lærarar og leiðslur kunnu leggja til rættis fjøltáttað, tíðarhóskandi og viðkomandi undirvísingartilboð og fremja tey í verki.

- Fólkaskúlin skal tryggja, at øll, sum hava hug og hegni til tess, hava javnbjóðis møguleikar at skapa sær eitt eydnuríkt lív og at fylgja sínum dreymum óansæð, hvar í landinum tey búgva, ella hvørja bakgrund tey annars hava. Tí skulu øll børn hava atgongd til dygdargóð skúlatilboð kring alt landið, herundir eisini atgongd til vallærugreinir, sosialar felagsskapir og væl skikkað starvsfólk.

- Ynskiligt er, at fólkaskúlin framhaldandi verður staðið, har vit sum børn og ung møta øllum sløgum av menniskjum úr øllum samfelagsløgum. Tí mugu vit bjóða eitt fyrstafloks skúlatilboð, sum tey flestu eru nøgd við. Og tí er eisini umráðandi, at allar fíggjarligar umraðfestingar fara fram innan fyri karmarnar á skúlanum, so vit tilsamans fáa betri skúla fyri somu játtan.

- Tey flestu hava sína hugsan um, hvat ein gó›ur skúli er. Eisini eru fleiri áhugapartar, sum gera sær tankar um skúlan bæði bygnað, innihald, skúladagatal og undirvísingartímatal. Tað er umráðandi, at øll koma til orðanna, bæði umboð fyri foreldur, næmingar, lærarar, skúlaleiðarar og kommunur. Vónandi kann aðalorðaskiftið vera við til at kveikja slíkt alment orðaskifti.

Í frágreiðingini, sum er gott og væl 40 blaðsíður, verða nógv evni og øki umrødd; eitt nú skúlabygnaður, eftirmeting, trivnaður, lærugreinabýti, førleikastovur, sernámsfrøðiliga økið, undirvísingarmiðlar og kt. Sum skilst verður aðalorðaskifti um fólkaskúlan í n


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.