Tíðindi

Vit mennast í samstarvi

Norðurlendska samstarvið við NLS hevur sera stóran týdning fyri menningina av lærarayrkinum – ikki bara heima í Føroyum, men í øllum Norðurlondum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

23.03.2023

Tað, at allir lærarar í Norðurlondum hava ein pall, har teir hittast og umrøða týdningarmesta yrkið, sum er, ger, at vit altíð kunnu eftirmeta lærarayrkið og ikki minst menna lærarayrkið.

Í farnu viku vóru tveir fundardagar, har støðan hjá lærarum varð umrødd. Tveir serstakliga áhugaverdir dagar, har vit fingu greitt frá okkara støðu, hvussu stendur til í lærarayrkinum í hvørjum einstøkum landi, hvørjar avbjóðingar vit hava, og saman umrøddu vit loysnir, til avbjóðingarnar, sum lærarar í Norðurlondum stríðast við.

Hóast vit í Føroyum ikki fáa nógvar fráboðanir um harðskap, so er tað treyðugt so, at onkur lærari og skúlastjóri vendir sær til Lærarafelagið við harðskapsfráboðanum. Í Noregi er støðan ring, hvat viðvíkir harðskapi. Tað eru nógvir lærarar í fólkaskúlanum, sum verða útsettir fyri harðskap. Tey uppliva kropsligan og sálarligan harðskap. Ikki eru tað tey eldru børnini, ið fremja hesar illgerðir, men tað eru meira yngru næmingarnir. Hetta hevur ført við sær, at fleiri lærarar hava stungið í sekkin og hava valt yrkið frá.

Tað vísir seg, at øll Norðurlond, uttan vit í Føroyum, hava avbjóðingar við at halda lærarum til í yrkinum. Í Danmark er fimti hvør lærari óútbúgvin. Tað sama ger seg galdandi í hinum londunum. Hóast tølini variera nakað. Hetta er serstakliga óheppið, tí ein skúli er ikki ein skúli, uttan so, at tað eru útbúnir lærarar, ið undirvísa á skúlanum.

Orsøkirnar til læraratrotið í londunum eru ymiskar. Harðskapur er ein orsøk, men virðingin fyri lærarunum ger eisini sítt til, at lærarar ikki støðast. Her er talan um virðing frá næmingum, foreldrum, meiniga borgaranum og eisini virðingin frá politiska myndugleikanum.
Lærarar kenna tað sum, at myndugleikin ikki virðir arbeiðið, ið verður framt. Samstundis sum virðingin ikki er til staðar, so verða alsamt fleiri og fleiri uppgávur lagdar út í skúlarnar. Lønin samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna.
Tað kom fram, at politiski myndugleikin, sum eigur at vera ein viðspælari, oftast kendist sum ein mótspælari.
Lønin er eisini eitt, ið ger, at fólk ikki velja lærarayrkið til. Her mugu vit fáa avvarðandi myndugleikar at skilja týdningin, ið vit hava í samfelagnum. Vit skulu sjálvsagt lønast eftir týdninginum.

Hóast vit í Føroyum hava eitt yvirskot av lærarum á áleið 20%, so kann tað skjótt venda. Vit noyðast at taka tað í álvara, sum verður ført fram, tá lærarar boða frá, at arbeiðsbyrðan er ov tung. Vit mugu lætta um arbeiðsbyrðuna, so vit hava tíð og orku at undirvísa, heldur enn at brúka tíðina til t.d skrivstovuarbeiði.
Vit mugu hava skipanir, sum lofta lærarum, sum hava tørv á tí, tá arbeiðsbyrðan verður ov tung.
Týdningarmiklast av øllum er, at vit hava lærarar úti á skúlunum. Lærarar, sum hava umstøður og møguleikar at skipa og fremja góða undirvísing, so børnini, okkara komandi ættarlið, verður væl ílatið til at bera tað víðari, sum vit hava givið teimum.

Vit mugu eisini í felag hjálpast at, so fólk framhaldandi fara at velja lærarayrkið til. Tað gera vit allar best við at lýsa hetta fantastiska yrkið. Vit mugu lýsa góðu søgurnar, vit uppliva úti á skúlunum. Vit skulu ikki lata keðiligu støðurnar fylla so nógv, tí tær eru við til at drena okkum fyri orku, samanborið til góðu søgurnar, sum geva okkum arbeiðsgleði, nýggja orku og gott gå-på-mod. Tá vit øll gera tað, tá fáa vit ein góðan, framtíðartryggjaðan skúla, har lærarar støðast og starvast.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.