Tíðindi


Vit lærdu at standa og sova

Hugleiðing eftir Leif Hansen, cand.mag. í tónleiki, miðnámsskúlalærara, organist og kórleiðara um lógina um Morgunsang

28. mars 2018

“Her er farin ein broyting fram til tað verra, og ein orsøk er ivaleyst, at ov lítið verður gjørt við hetta í skúlunum, samstundis sum minni verður sungið heima.”

Soleiðis verður Jógvan á Lakjuni, tingmaður endurgivin á in.fo í samband við at hann á tingi hevur reist málið um at lóggeva soleiðis, at álagt verður øllum skúlum í landinum at hava morgunsang allar vanligar skúladagar.

Ofta verður ført fram, at vit føroyingar hava eina ríka sangmentan. Argumentini fyri einari slíkari útsøgn kunna tykjast at verða løtt at fáa eyga á: Midnáttarsangurin á Ólavsøku, nógvur felagssangur til brúdleyp og veitslur og eitt livandi kirkju- og samkomulív, hvar sangur er ein sjálvsagdur partur.

Tó er tað líka lætt at fáa eygu á grundgevingar fyri tí mótsetta, at sangur ikki er eins kjølfestur í mentan okkara nú sum fyri einum ella tveimum ættarliðum síðan. Fólk duga ikki eins nógvar sangir uttanat sum fyrr, og felagssangurin sum miðil er ikki eins sterkur nú sum fyrr.

Hvat ein rík sangmentan í veruleikanum er, er allarhelst eisini ymsar meiningar um. Í hvussu er tvær uppfatanir kunna nevnast: Ein kvantitativ uppfatan, hetta at duga nógvar sangir uttanat, og ein kvalitativ ditto, at syngja reint, musikalskt, duga nótar osfr.. Ein synergi millum báðar fataninar er helst ideella málið, men ein rík sangmentan kann eisini merkja, at sangur er ein natúrligur partur av gerandisdegnum bæði til gaman og álvara.

Sangsøga
Í Føroyum er hug­takið felagssangur vælkent. Um­framt at hava kvøðið og dans­að síðan einaferð seint í mið­øldini, so fóru føroyingar at syngja pro­testant­iskar sálmar helst longu fyrstu áratíggjuni eftir reforma­tión­ina. Hetta at syngja saman hev­ur sostatt í øldir verið felags­lívið hjá teimum, sum her hava búð. Tó er felagssangur uttan fyri kirkju og dansistovu eitt nýggjari hugtak. Fyri aldarskifti 18-1900, vóru ikki nógvir sangir á føroyskum, og fyrsta Føroya fólks sangbók kom ikki fyrr enn í 1913. Sangur og tónleikur binda fólk saman, verður ofta sagt, og við sínari hugburðsgerandi kraft fekk fe­lags­sangurin kring um í Evropa í byrj­anini av 19. øld ein sen­tralan leiklut, tá ein ávísur boð­skapur skuldi úttrykkjast. Sum agitatión og tónleikaligt samleikaprógv er felagssangur sera vælegnaður.

Við orðunum hjá danska fólkaminnigranskarin Inge Adriansen kunna vit siga: “at tann syngjandi verður í felagssangi førdur í eitt serligt rúm. Rím og rútma og ímyndin av at vera partur av einum felagsskapi er við til at skapa ein tryggleika hjá tí syngjandi, sum smeltar saman til eina eind, sum verður til ein sannleika.”
Hend­­an eginleika við sangi sóu før­oyingar eisini, og tí kom júst fe­lags­sangur at hava aðalleiklut hjá eitt nú tjóðskaparrørsluni, vekingjarrørslunum og skótarørsluni í byrjanini av farnu øld. Hesar rørslur uppbygdu hvør í sínum lagi eitt sangrepertoire á føroyskum, sum varð grundað á tey virði og ta sjálvsfatan, sum rørslunar arbeiddu fyri.

Sangur í skúlanum
Fyri 112 árum síðan, í 1906, læt Jógvan Waagstein úr hondum fyrstu skúlasangbókina í Føroyum, “Songbók Føroya skúla”. Um sangin í føroyska skúlanum í byrjanini av 20. øld sigur Jógvan Waagstein í greinini ”Yvirlit yvir sang­in í okkara skúla tey seinastu 50 árini” útgivin í 1948, m.a. soleiðis:

”Tá eg í 1903 gjørdist lærari og orga­nistur í Havn, kom eg til ein skúla, har ikki annar sangur enn tann eftir oyranum var kendur – einans Roskilde Konvents Salmebog (Psalme­bog for Kirke- og Huus-Andagt, 1855 LH.) og Den danske Skoles Sangbog vóru nýttar har.”

Børnini dugdu nógvar danskar sálmar og sangir uttanat, men eing­in sangbók var við føroyskum sang­um. Waagstein søkti um loyvi at sleppa at syngja á føroyskum, og hetta varð játtað honum. Hann fer, við støði í sínum donsku tónleikapedagogisku fyrimyndum, Ber­green, Sanne og Nebelong, til arbeiðis og leggur í fyrsta lagi dent á eina tónleikateoretiska tilgongd til undirvísingina. Hetta at uppbyggja eitt breitt sangrepertoire kundi ein­ans lata seg gera, um børnini lærdu at syngja eftir nótum, syngja reint og rytmiskt rætt. Innan felagssang og hymnologi verður sitatið “Ej blot til Lyst fik Mennesket synge­­evner” hjá danska tóna­skald­inum H.O.C. Zinck (1746-1832) ofta havt á lofti. Í hesum liggur upplýsingartíðarinnar ynski um eina breiða musikalska upp­aling av fólkinum. Tá Waagstein ynskir musikalskt at uppala før­oy­ingar, so er einki at ivast í, at hann, ávirkaður av romantiska tanka­góðsinum, sær stórt forfall í sang­inum í samtíðini – bæði í kirkju­sangi og í føroyskum dansi.
Waagstein sær upp­­gávu skúlans at vera: at ”føra okk­­ara fólk fram á tann sess, sum av røtt­um er okkara, í norrønnari sang­mentan” (úr áðurnevndu grein). 

Tá eg trívi í hetta lítla og tó týð­andi brot í føroyskari skúlasøgu, so er tað tí, at hetta á ein hátt, tó við dagførdum pedagogiskum og didakt­iskum arbeiðshátti sjálvandi, enn í dag myndar eina av høvuðs­præ­miss­unum fyri sang- og tónleika­undir­vísing í føroyska skúlanum. Tað er ikki rætturin hjá lærugreinini sangur (Tónleikur), sum partur av lærugreinunum í fólkaskúlanum og sum mál í sær sjálvum, sum er til kjak, men heldur hvussu vit brúka lærugreinina til onnur endamál. Sangur verður tí enn oftast fataður sum partur av øðrum pedagogiskum projektum í einari læringsprocess. Lærugreinin vil tí kunna koma at líða undir at hava sum høvuðsendamál at skula bera eina - oftast konservativt-kanoniseraða sangmentanin til komandi ættarlið.

Tó at Waagstein í sínari tíð sá tað øðrvísi, so er einki at ivast í, at sangrepertoire og sangirnir í sær sjálvum hava myndað innihaldið í sangundirvísingini í fólkaskúlanum. Skúlasangbøkurnar “Starabókin”, Føroya Fólks og Sálmabókin hava í stóran mun verið tað pensum, sum børnini skuldu duga, helst eisini uttanat.

Í seinastu skúlasangbók SynG, sum kom út í 2012 síggja vit tað sama. Ritstjórnin sigur ma.: “Sangur og tónleikur eru stórur og týdningarmikil partur av føroysku ment­anin … At halda fast um hendan arv okkara – og eisini menna hann – er eitt av aðalmálum Føroya Sang­lærarafelags, felagnum, sum gevur út bøkurnar SynG.” Sigast skal tó, at sangbókin ikki er at fata sum ein kanon ella ein roynd at fortelja okkum føroyingum, hvat góður sangur er, men hinvegin helst ein roynd at geva eina spegilsmynd av úrvalinum av sangum, sum hava ljóm­að í Føroyum í stórthundrað ár.

Morgunsangur
At syngja saman á morgni munna flestu føroyingar minnast frá skúlatíðini. At samla allar næmingarnar við tí høvuðsendamáli at syngja saman munna tey flestu - og eisini eg - halda verða eitt gott hugskot. Umframt sang kunnu boð gevast, tíðindi sigast, framførsla av tónleiki, upplestur, sjónleikur osfr. Hvørt morgunsangur verður hildin í skúlunum kring landið ella ikki er eitt sindur ógreitt. Í fyrsta lagi hevði verið ynskiligt, at ein kanning av sangi í fólkaskúlanum fyrilá, áðrenn løgtingið fer upp í málið. Hvussu hevur sangurin tað veruliga í skúlanum?

Ein tesa kundi ljóðað: Sangur og tónleikur í einum skúla í støðugari broyting hevur til allar tíðir verið tengdur at hugi og førleika hjá lærarum á staðnum. Tí er eisini sera ymiskt, hvussu nógv verður sungið í skúlunum kring landið.

Eingin orsøk er heldur til at romantisera morgunsangin: “Vit lærdu at standa og sova”, hevur ofta verið at hoyrt frá fyrrverandi næmingum. “Vit sungu Nærri mín Guð til tín og Faðir fylg mær hendan dag – alt árið”. Søgurnar skula sjálvandi ikki takast fyri meira enn tað tær eru, og somu fyrrverandi næmingar kunna ivaleyst fortelja líknandi forteljingar um nógvar aðrar aktivitetir í skúlanum. Men tulkingin liggur til høgrabeinið: Tónleikaligir førleikar detta ikki niður av himli bara við einari lógarbroyting. Hetta at skipa fyri morgunsang, við einum væl tilrættarløgdum og ikki minst kveikjandi sangvali hvønn vanliga skúladag á árinum, kann fyri mær, sum hóast alt havi útbúgving innan tónleik, tykjast at verða ein ómetalig stór uppgáva. Vandin er innlýsandi, og hevur morgunsangurin líka síðan hann kom, livað undir somu treytum: Nevnuliga at sangurin verður avmarkaður til einstaklinga avrik hjá lærarum á staðnum.

At enda
Síggjast má í eyguni, at sangur í okkara fólkaskúla bara er ein partur av undirvísingini í lærugreinini Tónleikur. Lærugreinin skal dekka tónleikaástøði, tónleikafatan og tónleikaíðkan, hvar sangur er ein partur. Er intentiónin við lógini, at morgunsangur einans skal verða eina reproducerandi tilgongd til eitt kent sangtilfeingi, so er vandi fyri at projektið miseydnast. Sum eg lesi viðmerkingarnar til uppskotið, so er morgunsangur, fyrst og fremst at fata sum eitt supplement til kristniundirvísingina og ein presentatión av einari tjóðskaparromantiskari ideologi likamgjørd í fosturlandssangum.   

Sangur eigur ikki einans at vera ein miðil til at læra børn eitt kanoniserað sangrepertoire. Sangurin í sær sjálvum og tær avbjóðingar sum góður, sunnur og musikalskur sangur hevur, eigur at verða høvuðsinnihaldið, meðan sangrepertoire eigur at koma í aðru røð.

Morgunsangur í fólkaskúlanum er ein frálíkur siður, um málið er at uppdraga børnini musikalskt, styrkja teirra sangevnir og teirra breiða dannilsi. Skal málið náast, skal morgunsangurin hava hægstu raðfesting frá leiðsluni á skúlanum og ongantíð verða eitt punkt á dagskránni, sum bara í blindum verður lirað av sum best ber til. Eru lærarar og leiðsla ikki eldhugað til at fremja morgunsangin og ikki minst hava holla fakligari barlast, er vandi fyri at tónleikurin og sangupplivingin fær skaða -  lóg ella ei.

Lógarásettur sangur við einum kanoniseraðum repertorire kann í besta føri tryggja, at næmingarnir gerast kunnigir við eitt standard pensum og í ringasta føri fremja musikalskt og mentunarligt dráp – og tá er tað kanska ikki so býtt, at læra seg at standa og sova.


 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.