Tíðindi

Vit kunnu læra av mistøkunum, sum eru gjørd í Danmark

Hóast danir hava havt stórar ambitiónir um at skapa ein meira inkluderandi fólkaskúla, so hevur tað sambært Lotte Hedegaard-Sørensen, ph.d. og lektara í sernámsfrøði og inklusjón á Aarhus Universiteti, ikki eydnast. Og tað harmast hon um.

04-01-2022

Ambitiónirnar vóru stórar, tá man fyri 10-15 árum síðani byrjaði at kjakast um inklusjón. Tosað var um visiónina og um, hvat man kundi fáa burturúr við at inkludera fleiri børn í undirvísingini. Sostatt bleiv tað í 2012 lóggivið um differentiering og inklusjón í undirvísingini. Tá varð gjørt av at leggja niður nakrar serflokkar og í staðin hava næmingarnar í hesum flokkum í almenna námsfrøðiliga fólkaskúlaverkinum. Fá ár seinni varð ein onnur lóg samtykt, sum setti meira fokus á, hvat næmingarnir fáa burtur úr undirvísingini.

– Tað hevur ikki eydnast okkum í Danmark at fremja tær politisku ambitiónirnar í verki, tíverri, sigur Lotte Hedegaard-Sørensen.

Hon hevur granskað í lærarayrkinum í flokshølinum, og hvussu sambandið er millum sernámsfrøðilig læruumhvørvi og størri samfelagsligar karmar. Á evnisdegnum um inklusjón í fólkaskúlanum, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri í august, hevði hon eina framløgu um eksklusión og inkluderandi sernámsfrøði.

– Eg hugsaði nógv um, hvat ein góður boðskapur til føroyingar var, tá eg sum danskur granskari skal leggja fram. Eg fann skjótt útav, hvør høvuðsboðskapurin var. Hann var, at tað, sum vit hava gjørt í Danmark, hevur ikki riggað serliga væl, sigur Lotte Hedegaard-Sørensen.

Lotte Hedegaard-Sørensen vísir á hagtøl, sum sambært henni vísa, at talið av børnum í serflokkum og stovnum er tað sama sum í 2012-13.

– Síðan tá hava vit arbeitt við inklusjón, men vit eru enn sama stað, sigur hon.

Boðskapurin hjá Lotte Hedegaard-Sørensen er tí:

– Vit eru noydd at hyggja kritiskt at okkum sjálvum og skipanini fyri at finna út av, hvat tað var, sum gekk galið. Vit høvdu eitt fantastiska gott hugskot um inklusjón, men tað miseydnaðist. Hvat var tað, sum elvdi til tað? spyr Lotte Hedegaard-Sørensen, sum sjálv hevur eitt boð upp á, hvat tey gjørdu skeivt.

– Lógin frá 2012 um inklusjón varð ongantíð ordiliga hugsað saman við lógini um læring. So vit hava av óvart sundurskilt áhugan fyri inklusjón og áhugan fyri, at børn skulu læra so nógv sum yvirhøvur møguligt. Hetta er blivið til tvey ymisk kjak. Tað er størsta mistakið, sigur hon.

Á evnisdegi um inklusjón á Námsvísindadeildini í august hevði Lotte Hedegaard-Sørensen framløgu um evnið.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.