Tíðindi

Vit kunnu ikki halda fram bara við at leggja afturat fólkaskúlalógini

Frágreiðingin, sum er ætlað at vera grundarlag undir aðalorðaskifti um fólkaskúlan, leggur ikki upp til at kollvelta fólkaskúlan, men heldur til at tiltrongar tillagingar verða gjørdar; tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá ið hon legði frágreiðingina fram í morgun

15.11.2018

Um somu tíð sum løgtingsfólk fara at viðgera og umrøða fólkaskúlan í einum aðalorðaskifti í næstum, verða fleiri broytingar framdar á fólkaskúlaøkinum; hetta eru ikki kollveltandi broytingar, sum landsstýriskvinnan tekur til, men broytingar serliga á sernámsfrøðiliga økinum og viðvíkjandi førleikastovunum.

- Ætlanin er, at lógarbroytingarnar, sum verða lagdar fram í hesi tingsetuni og aðalorðaskiftið skulu ganga hond í hond, so at aðalorðaskiftið kann verða grundarlag undir og birta uppundir kjakið um ætlaðu broytingarnar.

Landsstýriskvinnan segði undir framløguni, at tað mangan er striltið at fáa í lag eitt yvirskipað orðaskifti um, hvønn fólkaskúla vit ynskja.

- Hetta sóu vit eisini, tá ið lógarbroytingarnar vórðu til viðgerðar í vár. Tað, sum fekk mestu umrøðu, var uppskotið um at strika frítøku frá føroyskum dansi.

- Vit eru kanska ov vanabundin ella bangin fyri, at fólkaskúlaskipanin skal skeiklast og hava tí ilt við at seta orð á nýhugsanir. Hetta sæst eisini aftur, tá ið lógarbroytingar verða gjørdar, at tað í stóran mun lagt afturat tí verandi, uttan at nakað verður tikið burtur. Vit kunnu ikki halda fram bara við at leggja afturat fólkaskúlalógini. Dagføringar eru neyðugar við ávísum millumbili, men okkurt má umskipast ella verða broytt, tí at sum støðan er í dag, so hava vit bæði hægsta tímatal og dagatal í Norðurlondum og liggja nakað ájavnt við danir, sum vit halda hava eitt drúgt skúlaár. Spurningar, sum vit hava sett okkum í politiska fylgibólkinum eru m.a. um skúladagurin hjá næmingunum er hóskandi, ella hann ov drúgvur, hava næmingarnir ov nógv av tí sama, er tímatalvan samanhangandi ella ov nógv sundurgreinað, er rúmd fyri musisku listarligu lærugreinunum, hvussu verður trivnaðararbeiðið skipað, og er KT, evnisarbeiði og undirvísing í tvørgreinaligum evnum ein nátúrligur partur. Eru námsætlanirnar hóskandi, skulu royndir ella próvtøkur broytast, og eru tað øki, sum eru partur av persónligu menningini sum dannilsi, demokrati og trivnaður, sum vit halda, at tað er ov lítil rúmd fyri.

Øll evnini, sum umrødd verða í álitinum, eru ikki tengd at teimum lógarbroytingum, sum mælt verður til at gera í hesi tingsetuni. Endamálið er, at aðalorðaskiftið skal varpa ljós á fólkaskúlan sum heild og bæði á øki sum eiga at fáa størri rúmd mentanar- og samfelagliga og á broytingar í bygnaðarligu skipanini í fólkaskúlanum, har vit kunnu hava rættiliga ymiskar hugsanir. Summi øki eru tengd at námsætlanum, tíma -og lærugreinabýti og hugsjónarligu fatanini t.d sangur sum partur av byrjanarundirvísingini, morgunsangur sum fastur táttur í skúladegnum, ítróttur og heilsa, samfelagsfrøði og trivnaður. Skúlabygnaður við atliti at skúlastødd og skúlaøkjum eru t.d. mál, sum hava verið umrødd seinastu árini, men sum land og kommunur ikki hava verið á einum máli um, og tí hava vit tann skulabygnað, sum vit hava í dag við fleiri rættiliga smáum skúlum, hóast góð farleið er at koyra til ein størri skúla. Eg haldi, at tað er rættiliga viðkomandi, at vit fáa lýst sjónarmiðini og viðgerða fólkaskúlan í einum breiðum høpi við atliti at tí skúlaskapi og skúlaskipan, sum er best fyri næmingarnar.

Høvuðsøkini, sum eru umrødd í politiska fylgibólkinum og sum eftir ætlan skulu verða partur av lógarbroytingunum, sum verða latnar Løgtinginum til støðutakan í hesi tingsetuni, eru:

1. Betri møguleikar fyri skúlasamstørvum

2. 10. flokkur

3. Tímatalið í ymsu árgangunum

Onnur øki, sum politiski fylgibólkurin hevur viðgjørt, eru m.a. skúladagatalið, tíma- og lærugreinabýtið, handaverk og list, samfelagsfrøði, sangur í undirvísingini og skúlavegleiðing. Hetta eru øki, sum ikki øll krevja lógarbroyting, men sum landsstýrimaðurin hevur heimild at skipa og sum verða ásett í námsætlanum, tíma- og lærugreinabýti og í onkrum føri í kunngerð ella rundskrivi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.