Tíðindi

Vit kunnu broyta dreingjamentanina í floksstovuni

Tað er ein mentan, sum ger, at dreingir klára seg verri í skúlanum enn gentur, sambært nýggjari doktararitgerð. Men tað ber til at broyta mentanina, heldur granskari. – Eg eri sannførdur um, at tað er týdningarmikið at broyta hesa mentanina, sigur Thomas Nordahl, professari.

28. mars 2018

Gentur fáa í miðal betri úrslit í skúlanum enn dreingir. Hvør er orsøkin til tað? Er tað skúlin, sum er meiri gentuvinarligur, ella mugu dreingirnir bara taka seg saman?

At siga ja og nei til hesar spurningarnar er ikki rætta svarið. Ein svenskur granskari hevur kannað, um tað er nakað í dreingjamentanini, sum ger tað trupult hjá teimum at vísa, at teir taka skúlan í álvara. Orsøkin er lutvíst, at vit hava aðrar væntanir til gentur enn til dreingir, heldur Fredrik Zimmermann við Göteborgs universitet, sum stendur aftan fyri granskingina, men tað eru eisini tiltøk, lærarin kann gera fyri at broyta hugburðin, og sum kann hjálpa dreingjunum at arbeiða betur. Hann hevur kannað, hvat tað er í mentanini í einum skúla, sum loyvir dreingjum at arbeiða nógv og miðvíst í eini lærugrein, og hvat tað er, sum forðar fyri, at teir gera tað.

– Úrslitini vísa, at tað er ógvuliga umráðandi at bjóða mentanini av, sum eitur «anti-skúla-mentan» ella «ikki taka skúlan í álvara-mentan», bæði fyri gentur og dreingir, skrivar Zimmerman í samandráttinum av gransking síni.

Hetta er ein spurningur, sum Thomas Nordahl, professari í námsfrøði við Høgskolen Innlandet í Noregi, er upptikin av. Nordahl er sannførdur um, at dreingjafelagsskapurin og ein maskulin mentan, sum sigur, at tað er ikki í lagi at klára seg væl í skúlanum, kann spæla inn, tá ið vit síggja, at dreingir klára seg verri fakliga enn gentur. Hann heldur, at svenski granskarin hevur rætt í, at hetta er ein týdningarmikil spurningur, tá ið vit tosa um, hvussu dreingir klára seg í skúlanum.

– Tá ið vit síggja í hvussu stóran mun dreingir klára seg verri enn gentur í skúlanum, og tá ið vit síggja, at næstan tvær av trimum gentum fara undir hægri útbúgving, so mugu vit taka hetta í álvara, sigur hann.

Svenski Zimmerman hevur gjørt samrøðu við næmingar í 9. flokki og fylgt tveimum 9. flokkum í tríggjar mánaðir fyri at hava eitt grundarlag at granska út frá í ritgerð síni. Hann sigur í tíðindaskrivi, at dreingir halda, at tað er feminimt at stremba í skúlanum. Hetta er eitt av eyðkennunum í skúlum, sum hava eina mentan millum dreingir, sum sigur, at tað er ikki í lagi at taka skúlan í álvara. Tað kann hava sosialar avleiðingar, um tú roynir at klára teg væl í skúlanum og fært góð útslit.

– Skúlin er ein pallur við tveimum súlum, nevniliga tí sosiala og læringini. Tá ið tað, sum verður virðismett sosialt, er í samsvari við tað, sum verður virðismett fakliga, so gongur tað vanliga væl. Men í summum umhvørvum stoyta hesar væntanirnar ímóti hvør aðrari. Tað er ikki sosialt góðtikið at duga væl í skúlanum, ella rættari: tað er í lagi at duga væl, men ikki í lagi at arbeiða hart fyri at klára seg væl, sambært Nordahl.

– Tú kanst siga, at tað er í summum dreingjamentanum er gott at vera smartur og dovin. Men tað heldur ikki í longdini, og tað er umráðandi at gera dreingjum tað greitt.

Les alla greinina á:

https://forskning.no/kjonn-og-samfunn-skole-og-utdanning/2018/03/vi-kan-snu-guttekulturen-i-klasserommet


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.