Tíðindi

Vit kunna um skúlastýrisvalið í næstum

12. november skulu skúlastýrini kring landið mannast av nýggjum. Undirvísingarstýrið hevur uppgávuna at kunna um skúlastýrisvalið og skúlastýrisarbeiðið.

12.09.2024

Størri vitanin um skúlastýrisarbeiðið er, størri er áhugin at bjóða seg fram at koma í skúlastýrini. Tað segði formaðurin í Foreldrafelagnum Heimi og skúla, Janus Vang, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum týsdagin. Síðst í oktobur skulu listarnir við valevnum til skúlastýrini í teimum 40 fólkaskúlunum kring landið verða lidnir.

- Undirvísingarstýrið ger kunningartilfar til skúlarnar um skúlastýrisvalið. Kunningartilfarið er faldari ætlaður foreldrum, og í faldaranum verður valið lýst og annars uppgávur, skyldur og rættindi, sum eitt skúlastýri hevur. Vanliga eru kunningarfundir fyri foreldrum kring landið, men royndirnar eru, at fá foreldur sum heild møta á hesum fundum. Vantandi áhugin speglar helst áhugan at bjóða seg fram til skúlastýrið. Tað er møguligt, at Undirvísingarstýrið átti at lýst meiri við, hvussu tað er at vera í einum skúlastýri, soleiðis at fólk fáa at vita, hvussu áhugavert tað í grundini kann vera at sita í skúlastýri. Ella mugu vit finna aðrar hættir at kunna fólk um skúlastýrisvalið enn at hava fundir. Kanska kundu vit saman varpað ljós á hesa týdningarmiklu uppgávu, sigur Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

Í samrøðu við Skúlablaðið týsdagin sigur formaðurin í Foreldrafelagnum Heimi og skúla, at orðingarnar í fólkaskúlalógini eru ikki serliga neyvar, tá ið talan er um uppgávur og skyldur, sum skúlastýrið hevur. Tí er tað mangan upp til skúlastýrislimirnar sjálvar at seta seg inn í, hvat tað í roynd og veru vil siga at vera í einum skúlastýri, ella til skúlastjóran á staðnum at kunna skúlastýrislimirnar, sigur hann.

- At orðingarnar kundu verið greiðari, eri eg samdur við honum í. Hinvegin gevur tað skúlastýrunum størri frælsi at virka.

Hóast áhugin at koma í skúlastýri vanliga ikki er stórur, hava skúlastýrini stóran týdning, heldur Vagn Foldbo.

- Tað hevur stóran týdning, at sambandið millum heim og skúla og millum kommunuumboð og skúlan verður knýtt. Skúlastýrislimir kunnu hava stóra ávirkan á skúlan á staðnum, um teir vilja.

Tá ið skúlastýrisvalið er avgreitt í november, fer formaðurin í Foreldrafelagnum Heimi og skúla at hava upplegg fyri nývaldu skúlastýrislimunum á aðalfundinum hjá Heimi og skúla um, hvat tað vil siga at sita í skúlastýri. Sí samrøðu https://www.skulabladid.fo/størri-vitanin-er-størri-er-áhugin-fyri-skúlastýrisarbeiðnum

Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar.

Mentamálaráðið hevur eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni