Tíðindi
16.12.2021
Tá ið Frida Poulsen, fólkaskúlalærari, cand.ped.psyk og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, legði fyribilsniðurstøðurnar frá gransking síni um inklusjón í fólkaskúlanum fram á evnisdegi í august, segði hon, at onki land enn hevur megnað at bygt upp og skipað eina skúlaskipan, sum livir upp til tær inkluderandi hugsjónirnar ella prinsippini. Tað er torført at samanbera, hvar vit í Føroyum eru í tilgongdini samanborið við hugsjónirnar ella við okkara grannalond.
- Skúlapolitikkurin, skúlamentanin og skúlapraksis eru neyvt tongt at tí samfelagnum, virkað verður í. Øll lond eru serstøk, og tað eru Føroyar eisini. Tó, taka vit Føroyar sum serstakt dømi, so haldi eg, at mann kundi gjørt so ógvuliga nógv meira fyri at ment tann inkluderandi skúlan. Vit hava einastandandi møguleikar at menna tann inkluderandi skúlan enn meira við okkara skúlasøgu og mentan í huga. Her hugsi eg serliga um, at vit hava siðvenju at hava ein skúla fyri øll, har nærum allir næmingar ganga í vanliga almenna fólkaskúlanum. Hetta er ein av fortreytunum fyri tí inkluderandi skúlanum, men hetta kann samstundis eisini gera, at vit halda, at vit hava ein inkluderandi skúla, tí vit hava so nógvar næmingar í okkara skúla. Tó, hetta nýtist ikki at merkja, at vit so hava ein inkluderandi skúla, tí hann krevur, at vit kunnu geva øllum børnum eitt nøktandi og mennandi tilboð, har tey hava møguleika bæði at vera virkin og góðtikin og fáa høvi at mennast og læra. Og fyri at hetta skal eydnast, krevst vitan og ikki minst ein felags hugburður til tann inkluderandi skúlan, og tað er har eg haldi, at vit kundu gjørt tað væl betur.
Frida Poulsen er í løtuni í gongd við ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, har kannað verður um og hvussu tann politiska visjónin um ein inkluderandi skúla sæst aftur í fólkaskúlanum. Fokusið er á tvístøður ella spennið millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði. Granskað er út frá skrivligum tilfari, eygleiðingum og samrøðum við ymiskar aktørar í og kring fólkaskúlan. Í arbeiði sínum hevur hon havt samrøður við 97 heimildarfólk bæði í skúlum og sum varða av skúlum kring alt landið.
Les alla samrøðuna við Fridu Poulsen í Skúlablað nr 6, 2021
Mynd: Finnur Justinussen