Tíðindi

Vit hava mist meiri fyri minni við at gera landsroyndirnar talgildar

At landsroyndirnar eru vorðnar talgildar, hevur á ongan hátt verið nakar fyrimunur fyri næmingarnar, ei heldur lærararnar, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

06-01-2022

Hugsa vit um lærugreinarnar, og hvat gevur næminginum lærdóm, sum hann kann brúka til nakað skilagott og munadygt, so ber tað ikki til at eftirkanna tað í eini talgildari roynd. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Tá ið vit hugsa um, hvat veruligur lærdómur hjá næmingunum er, er talan um vitan, sum stingur djúpt, og tá røkka talgild amboð ikki at meta um hetta. Talgildu royndirnar, sum rætta sjálvvirkandi, meta um paratvitanina, og ikki hvør veruliga fatanin hjá næminginum er í lærugreinini. Støddfrøðiamboðini til dømis eru ikki nóg góð hjá næmingum at lýsa, hvussu teir koma fram til úrslit. Tá næmingar brúka pappír og blýant, so kundu teir úttrykkja seg við at tekna, gera pílar og alt møguligt, og tá sær lærarin, hvussu næmingurin hugsar og roknar seg fram til úrslit. Tá ið kanningin er talgild, er tað bara úrslitið, sum sæst; í mínum hugaheimi er úrslitið als ikki áhugavert, tí tað er leiðin fram til úrslitið, sum er áhugavert at síggja og hjá læraranum at meta um, fyri at hjálpa næminginum fram fakliga.

Landsroyndirnar hava verið talgildar seinastu fimm árini. Tá ið tær vórðu lagdar um frá at vera royndir, næmingurin loysir á pappíri, til at vera royndir, har næmingurin situr við teldu og loysir tær, segði Mentamálaráðið, at tað er umráðandi, at næmingar hava førleika at viðgera tilfar talgilt. Myndugleikarnir hava eisini mett, at nógvir fyrimunir liggja í talgildingini, eitt nú stóra nøgdin av dátu, sum til ber at fáa til vega um týðandi námsfrøðilig viðurskifti.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.