Tíðindi

Vit hava A- og B-skúlar í Føroyum

- Vit tosa í Føroyum um, at vit skulu ansa eftir, at vit ikki fáa A- og B-skúlar; veruleikin er, at vit longu hava A- og B-skúlar. Royndar- og kanningarúrslit vísa tað, men vit tora ikki at viðurkenna tað, gera nakað við tað og enn minni at siga tað hart, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni

27.04.2017

Í royndarúrslitum kemur fram, at tað eru stórir skúlar, sum klára seg væl, og stórir skúlar, sum klára seg illa; somuleiðis smáir skúlar, sum klára seg væl, og smáir skúlar, sum klára seg illa. Fakliga stigið hevur einki við skúlastødd at gera.
- Vit tosa í Føroyum um, at vit skulu ansa eftir, at vit ikki fáa A- og B-skúlar; veruleikin er, at vit longu hava A- og B-skúlar. Royndar- og kanningarúrslit vísa tað, men vit tora ikki at viðurkenna tað, gera nakað við tað og enn minni at siga tað hart.

Áðrenn landsroyndirnar komu fyri 10 árum síðan, var ávarað ímóti at almannakunngera úrslitini hjá skúlum, tí tað kann fáa sera óhepnar avleiðingar; skúlar verða hongdir út, og kapping kemur í. Regin Marnersson skilir væl hesi fyrivarnini.
- Sjálvsagt skal eingin heingjast út, tí tað spyrst einki gott burturúr; tá ið tað er sagt, mugu og eiga vit at tora at vera opnari um, hvussu skúlar klára seg, og tað ber til uttan at heingja nakran út ella gera hetta alment. Mentamálaráðið kann venda sær til avvarðandi skúlar og røttu viðkomandi og siga teimum, hvussu fakliga stigið á teirra skúla er. Tora vit at verða opnari um til dømis landsroyndarúrslitini, so kunnu vit eisini læra av teimum, sum ferð eftir ferð klára seg væl, hvussu tey leggja undirvísingina til rættis, hvussu tey eftirmeta, hvussu tey arbeiða við veikleikum og so framvegis.

Próvstovan skipar fyri øllum royndunum, próvtøkunum og kanningunum í skúlaverkinum; tær eru meiri enn 100 í tali á hvørjum ári; øll úrslitini verða savnað á Próvstovuni, og har verða tey verandi, uttan at verða brúkt stórvegis og eftirmett. Stjórin á Próvstovuni, Regin Marnersson, heldur, at hetta eigur at verða broytt soleiðis, at Mentamálaráðið miðvíst og skipað fer at brúka úrslitini at menna fólkaskúlan. Hvussu hetta kann verða gjørt, kunnu tit lesa um í samrøðu við Regin Marnersson í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.