Tíðindi

Vit fáa eitt a-lið og b-lið av næmingum

Tað má størri tilvit um málmenning og týdningin at lesa út í samfelagið, í skúlar, millum foreldur og á dagstovnar

15. mai 2018

Avleiðingarnar av stóru spjaðingini millum flokkarnar í stóru kanningini av lesivanum kunnu vera, at vit fáa eitt a-lið og eitt b-lið av næmingum, ikki minst av teirri sannroynd at dreingirnir sambært kanningini lesa nógv minni og fáa nógv minni hjálp til skúlating enn gentur. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Vit síggja tað longu og fara í størri mun at síggja, at a-liðið, tey sum lesa og fáa eina góða skúlagongd, koma á ovastu rók í samfelagnum og fara at sita við valdinum, meðan b-liðið hevur nógv verri fortreytir at gera vart við seg og luttaka konstruktivt. Hetta byrjar, áðrenn børnini koma í skúla; tað má størri tilvit um málmenning og týdningin at lesa út í samfelagið, í skúlar, millum foreldur og á dagstovnar. Vit mugu hava nógv fleiri bøkur á føroyskum innan øll tekstsløg, og bókasøvnini mugu raðfestast nógv hægri.

At raðfesta skúlabókasavnið hægri er eitt tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt, heldur Herálvur Jacobsen.

- Bókasavnið eigur at vera ein integreraður partur í øllum skúlum, sama hvussu stórur skúlin er. At lærarar á øllum floksstigum fara á bókasavnið við næmingunum at læna fagrar bókmentir og yrkisbókmentir eigur at vera ein partur í undirvísingini hjá øllum lærarum. Vit mugu hava fleiri skúlabókavørðir og útbúnar skúlabókavørðir í øllum skúlum; lærarar mugu vita, hvørjar bøkur koma út, fylgja við og á tann hátt stuðla næmingunum í at lesa. Kanningin av lesivanunum vísir, at atgongdin til bøkur hevur týdning fyri, um barnið lesur ella ikki; tað hevði verið áhugavert, um vit í kanningini høvdu kunnað sæð, um tað er munur á lesivanunum hjá næmingunum, ið ganga í skúlum við góðum bókasavni og har skúlabókavørður er tøkur stóran part av tíðini samanborið við skúlar við minni sjónligum bókasavni, og har bókavørðurin bert hevur einstakar tímar til at røkja uppgávuna. Tað hevur ongantíð havt so stóran týdning sum nú, at vit fáa fleiri útbúnar skúlabókavørðir og somuleiðis kt-vørðir, sum eisini hava námsfrøðiliga tænastudepilin sum virkisøki.

Les samrøðu við Herálv Jacobsen í komandi Skúlablað.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.