Tíðindi

Vit eru væl áleiðis við tíðarbærum tilfari

Tey, ið hava skrivað nýggjastu PISA-frágreiðingina, skjóta upp at gera gott og tíðarbært undirvísingartilfar. Vit eru í gongd, sigur stjórin í Námi

05.12.2023

Tað vil so vera, at skulu næmingar læra og loysa uppgávur, so mugu teir hava gott og tíðarbært tilfar. Í nýggjastu PISA-kanningini verður viðvíkjandi støddfrøði skotið upp, at uppgávur og lærubókatilfar verða ment, sum kann vera grundarlag í undirvísing, ið stimbrar modellingsførleikan hjá næmingunum og førleikan í rokniarki og dynamiskari geometri. Í føroyskum verður skotið upp at fremja eina dagføring av tíðarbærum lesitilfari á føroyskum.

Tá ið nýggja PISA-kanningin var løgd fram í dag í Kongshøll segði Eyðun Gaard, stjóri á Námi, at stovnurin er væl á veg at gera nýtt og tíðarbært tilfar í støddfrøði og náttúruvísindum.

- Tað er tilfar til tíggju árgangir, sum skal gerast, og tað tekur tíð. Vit eru komin til áttanda árgang, og støddfrøðiútgávan hevur tað í sær, sum PISA hevur kannað viðvíkjandi eitt nú modellering. Sjálvsagt sæst tað ikki aftur enn, tí næmingarnir, sum hava tikið lut í nýggjastu kanningini, hava ikki verið ígjøgnum nýggjastu undirvísingarrøðina. Henda bókin kemur vónandi næsta ár. Vit, sum arbeiða í skúlaskipanini, fylgja við og hugsa alla tíðina um, hvat skal til, soleiðis at næmingar lúka 21. aldar førleikarnar. Sama hendir í náttúru og tøkni. Har fingu vit í fjør og fyrraári bøkur til 4., 5 og 6. flokk. Tilfarið í teimum bókunum leggur eisini upp fyri førleikunum, sum PISA kannar. Náttúruvísindaøkið er rímiliga væl við, tá ið vit hugsa um næmingarnar, sum taka lut í kanningum í framtíðini.

Námsætlanirnar áttu at verið dagførdar fyri fleiri árum síðan og javnan, ásannar Eyðun Gaard. Arbeiðið er nú í gongd.

- Vit hava gjørt støðisnámsætlanina, sum leggur upp fyri 21. aldar førleikunum, eitt nú í tøkniligari fatan og annað í tí sambandi. Vit arbeiða miðvíst við hesum. Vit hava alla tíðina 21. aldar førleikarnar við okkum, men tað er einki kvikkfiks, einki verður broytt eftir lítlari løtu, men við tíðini fara viðurskiftini at javna seg. Tað er sjálvsagt ógvuliga harmiligt, at úrslitið er so vánaligt, men eg haldi kortini ikki, at vit eiga at vera so stúrin. Tað týdningarmesta er ikki at stinga høvdið í sandin. Gera vit tað, koma vit ongan veg. Vit kunnu eisini spyrja, um alt var betri, um vit ikki høvdu PISA. Mítt svar er rungandi nei, at sjálvandi skulu vit hava PISA. Eru aðrar kanningar, sum eru betri, so lat okkum taka tær, men einki at kanna og einki at gera, so eru vit á vandakós.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.