Tíðindi
24.04.2017
Lærarafelagið saknar grundgeving fyri, hví okkara næmingar skulu taka lut í PISA.
- Vit sakna eina grundgeving fyri, hví vit eru við í PISA. PISA er ikki ein námsfrøðilig verkætlan; hinvegin er hon ein politisk ætlan. Tað snýr seg um altjóðargerð av útbúgvingarverkinum og trúnna á, at kapping fremur góðsku, bæði millum næmingar, lærarar, skúlar og lond. Í fleiri londum verða royndarútslit almannakunngjørd, júst sum ein liður í at fremja kapping millum skúlar. Avleiðingarnar eru í besta føri óhepnar og í versta føri skaðiligar, sigur Herálvur Jacobsen.
Soleiðis tekur nevndin í Føroya Lærarafelag til í nýggjastu ársfrágreiðingini.
- PISA er ikki eitt nóg gott amboð at meta námsfrøði út frá; tað ber ikki síggja nakrar eintýðugar samanhangir millum lond og so siga, at gert tú so og so, so klára næmingarnir seg væl; skúlaskapur og námsfrøði eru nógv meiri samansett enn so. Danir hava nýskipað fólkaskúlan lutvíst út frá PISA-kanningum, og tann nýskipanin er púrasta miseydnað. Eftir PISA í 2006 vóru tiltøk sett í verk í fólkaskúlanum í Føroyum innan lesing, tí vit dumpaðu í PISA; síðan hevur framgongd verið í lesing, men um somu tíð hava næmingar eisini gjørt stór framstig í støddfrøði uttan at nakað yvirskipað átak hevur verið.
Hóast Lærarafelagið finnist at PISA, og nógvir lærarar ikki eru fegnir um PISA, so heldur Herálvur Jacobsen ikki, at vit uttan grundgeving skulu vísa PISA durafjórðingin.
- Hóast PISA er alt ov yvirskipað at kunna brúkast sum námsfrøðiligt amboð, so hevur PISA ikki gjørt okkum so stóran skaða, sum summi vilja vera við. Tá ið tað er sagt, so haldi eg, at vit eiga at viðgera spurningin, hví vit eru við, og hvat vit skulu brúka PISA til; tað hava vit ikki sæð nakað til enn. Tíbetur hava okkara næmingar gjørt framgongd síðan byrjan; var talan hinvegin um afturgongd, hevði bara verið runublakarí. Vit eiga at skipa okkara skúla eftir okkara egnu kanningum og eftirmetingum, sum skúlarnir sjálvir standa fyri.
Í apríl í fjør læt ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í mentamálum niðurstøður og tilmæli viðvíkjandi at viðgera royndarúrslit o.a. Í skrivinum verður m.a. róð fram undir at almannakunngera royndarúrslit.
- At almannakunngera úrslit hjá skúlum eru vit hart ímóti. Læring er ein torgreið og fjøltáttað tilgongd, og lærarar kunnu saktans gera eitt megnar arbeiði, uttan at royndarúrslitini eru samsvarandi høg. Tað einasta, sum vit fáa burturúr, er at heingja skúlar, sum fáa vánalig úrslit, út at turka, og tað tænir ongum endamáli. Ein onnur avleiðing er væl kenda fyribrigdið, at tá royndarúrslitini kunnu fáa stórar avleiðingar, sum ein almannakunngerð kann hava, so fara skúlar at miðja alla sína undirvísing eftir at klára seg væl í kanningum. Í áðurnevnda arbeiðsbólki var eingin skúlaleiðari ella lærari í fólkaskúlanum. Tað er eisini undrunarvert.