Tíðindi

Vit eiga at taka úrslitið til okkum

Vit mugu broyta námsætlanina og próvtøkurnar, um vit skulu venda gongdini. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

05.12.2023

Afturgongdin í nýggjastu PISA-kanningini viðvíkjandi støddfrøði svarar til meiri enn tvey floksstig síðan seinastu kanning. Í seinastu kanning var meginparturin av næmingunum á stigunum 2 og 3, harav størsti parturin ella 35 prosent var á stigi 3. Í nýggjastu kanningini er meginparturin á stigunum 1 og 2. OECD lýsir førleikastig 2 sum minstamark fyri, hvat næmingarnir skulu duga fyri at kunna taka lut fult og heilt í nútíðarsamfelagnum. Úrtøkan er lakari enn formaður Føroya Lærarafelags hevði roknað við. Tó undrast hann ikki, at úrtøkan er lægri, tí næmingarnir eru ikki vanir at arbeiða við talgildum og samvirknum uppgávum í støddfrøði, sum teir skuldu gera, tá ið teir tóku lut í nýggjastu PISA-kanningini.

- Tað er serliga í støddfrøði, at úrtøkan er so løk í ár. Í uppgávunum skuldu næmingarnir í størri mun enn áður brúka kt sum amboð til at loysa PISA-uppgávurnar. Tað duga okkara næmingar ikki so væl, tí teir eru ikki vanir við tað. Eitt nýtt slag av uppgávum er eisini við í hesi kanningini, sum er nevnt tað skilvísa, tað gekk rímiliga væl at loysa tær uppgávurnar, men tá ið talan er um uppgávur í modellering, ið er eitt trupult øki í støddfrøði, er enn langt á mál. Og tá ið uppgávurnar haraftrat skulu loysast við kt sum amboð, so verður úrtøkan uppaftur lakari. Halda vit, at tað, sum PISA kannar, hevur týdning hjá okkara næmingum at duga, so má dagliga undirvísingina lagast eftir tí. Tað ger undirvísingin ikki sum er, og námsætlanin og próvtøkuhættirnir í støddfrøði peika heldur ikki fram ímóti PISA-uppgávunum.

Tað er ørkymlandi, at bólkurin av næmingum, sum klárar seg illa, er vaksin so nógv, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Eg eri eitt sindur spyrjandi, hví afturgongdin er so stór, og hví bólkurin við næmingum, sum klára seg illa, er so stórur. Eg havi ikki svarið upp á, hví so er, men eg kann hugsa, at tað hevur nakað at gera við eitt úrslit, sum kom fram í nýggju trivnaðarkanningini, nevniliga at nógvir næmingar halda ikki, at lærugreinir eru spennandi ella týdningamiklar. Tá ið næmingar vóru spurdir í trivnaðarkanningini um týdningin av lærugreinunum, t.d. støddfrøði og náttúru og tøkni, vóru tað nógv fleiri næmingar nú enn fyri 10 árum síðan, sum mettu lærugreinar at hava lítlan týdning. Tá næmingarnir ikki halda, at tað er týdningarmikið at læra, so ger tað úrtøkuna lakari. Tað er ikki svarið upp alla afturgongdina, men uttan iva lutvíst.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at vit eiga at gera nógv meiri við at fáa gott tilfar til lærugreinina.

- Vit eiga at fáa til vega nógv og gott tilfar, og so eiga vit eisini at hyggja at undirvísingarhættunum, og hvussu kt verður brúkt í undirvísingini, bæði sum amboð hjá læraranum og hjá næmingunum. Kt eigur at verða natúrligur partur í undirvísingini, tað verður tað í alt ov lítlan mun sambært kanningini. Og kt-nýtslan eigur eisini at verða tikin við í yngru flokkunum, soleiðis at næmingar tíðliga læra at gera kanningar, uppteljingar og annað, og brúka t.d. rokniark til at skráseta og viðgera úrslitini. Fyri at náa hesum mugu vit geva lærarunum góðar umstøður at menna undirvísingarførleikar á hesum øki.

Fyri nøkrum árum síðan fingu vit fleiri útbúnar støddfrøðivegleiðarar. Ein bági er, at teir arbeiða alt ov lítlan part av síni arbeiðstíð sum vegleiðarar, heldur Jacob Eli S. Olsen, sum eisini er støddfrøðivegleiðari.

- Størsti parturin av tíðini hjá støddfrøðivegleiðaranum verður brúktur til at gera kanningar av næmingum og hjálpa einstøkum næmingum, sum hava ilt við at læra støddfrøði. Í alt ov lítlan mun verða teir brúktir til at vegleiða starvsfelagar, og at menna undirvísingina, t.d. so at kt gerst ein størri og natúrligari partur, sum annars ætlanin upprunaliga var, at teir skuldu. Teir skulu gera bæði, men teir eiga at fáa meiri tíð til sítt arbeiði, um teir eisini skulu fáa pláss til vegleiðing av starvsfeløgum.

Skulu vit venda gongdini, mugu vit hyggja at námsætlanunum og próvtøkuhættunum.

- Námsætlanirnar og próvtøkuhættirnar hanga saman, og tær stýra undirvísingini. Vit hava leingi víst á týdningin at dagføra námsætlanirnar og próvtøkuhættirnar, og tað er gott, at tað arbeiðið er farið í gongd, men nú má ferð setast á tað arbeiðið. Og so eiga vit at nýta nýggjasta PISA-úrslitið sum amboð at vita, hvat vit eiga at gera meira av ella á ein annan hátt.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.