Tíðindi

Vit eiga at stytta skúladagin og brúka yvirskotstímarnar til tvílæraraskipan

Vit hava brúk fyri fleiri vaksnum saman við næmingunum, soleiðis at allir næmingar fáa ein nøktandi skúladag, og vit fáa ein betri fólkaskúla. Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkinum, í sínum íkasti til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, sum verður í komandi viku.

15.02.2024

UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN: Vit hava ofta hoyrt frá leikfólki og lærdum, at fólkaskúlin er hornasteinurin í okkara fólkaræði og grundsúlan í samfelagnum. Hetta eru føgur orð, men eg haldi ikki, at vit síggja hetta í verki, tá raðfestingar verða gjørdar politiskt. Tað verður tosað nógv, men lítið ítøkiligt verður gjørt.

Kommunurnar hava bygt stásiligar skúlabygningar, men enn eru vit ikki komin á mál at skipa tann góða fólkaskúlan inni í bygningunum. Sum dømi kann eg nevna, at fólkaskúlin seinastu nógvu árini hevur virkað við somu rakstrarjáttan á fíggjarlógini við teimum lønarframskrivingum, sum eru kravdar. Tó so, átøk eru gjørd, men tá verða pengar helst umraðfestir í verandi játtan, heldur enn at pengar verða játtaðir til átøkini. Eisini verða alt ov ofta avgerðir tiknar, sum ikki hava kjølfesti í dagliga fólkaskúlanum millum starvsfólk og næmingar, sum virka á økinum.

Í øllum kjarnuøkjum í samfelagnum mugu vit hava fleiri hendur á gólvinum.

Vit mugu eisini hava fleiri starvsfólk um hvønn næming í fólkaskúlanum, soleiðis at bæði næmingar og starvsfólk trívast og læra. Testir, eftirlit og eyðmerkingar eiga at minimerast, og kreativitetur, verkætlanir og hugflog áttu at elvt til meira læring. Fólkaskúlin er ikki bert ein klekingarmaskina til miðnám, men ein grundskúli til lívið í øllum viðurskiftum.

Samfelagið krevur, at børn ganga í skúla í níggju ár, tí eigur hetta at verða ein góð tíð í lívi teirra.

Munagóð átøk eru gjørd gjøgnum tíðirnar, har tankin var góður, men tíðir broytast og krøvini broytast, hetta krevur onnur átøk og íløgur.

Trivnaðarálitini byggja øll undir, at fleiri vaksin eru um børnini, og at trivnaður er í hásæti í øllum liðum í fólkaskúlanum. Fortreytin fyri at læra er tryggleiki og trivnaður.

Seinastu árini hava eykaundirvísing til fremmandmælt, eykaútbúgvingar og KT-verkætlanir kravt íløgur, sum eisini eru játtaðar seinastu árini. Eisini er eitt sindur av peningi játtaður til økta leiðslutíð og  flokslæraraleiklutin. Ætlanin er at skipa eftirútbúgvingar í fastan karm. Hugsi tó, at tað er í skúlastovuni, tímabýtinum og førleikamálunum broytingar mugu gerast í framtíðini.  

Fleiri tilmæli liggja á borðinum, sum eru klár at seta í verk, um peningur verður játtaður, og raðfestingar gjørdar.

Eg havi sjálvur sitið í politiskum fylgibólki, sum hevur viðgjørt ítøkilig átøk, sum verða tilmæld í fólkaskúlaálitinum, ið Jenis av Rana kjølfesti, fyri at betra skúlagongdina í fólkaskúlanum.

Næmingurin skal trívast fyri at læra, og at næmingar og starvsfólk mugu hava tíð og umstøður at skipa eitt gott samband og samstarv í skúlanum og samskifti við heimini.

Vit hava brúk fyri fleiri vaksnum saman við næmingunum, soleiðis at allir næmingar fáa ein nøktandi skúladag, og vit fáa ein betri fólkaskúla.

Vit eiga at stytta skúladagin og brúka yvirskotstímarnar sum tvílæraraskipan í øllum tímum í grund- og miðdeild, har næmingartalið er oman fyri 10 næmingar í hvørjum flokki – hugsa kvalitet heldur enn kvantitet í tímum
Vit eiga at gera íløgu í, at fleiri vaksin eru um uppgávuna í flokkunum annars
Vit eiga at strika landsroyndirnar, sum tær verða brúktar í dag – Ikki læra eftir testum
Vit eiga at skerja ársskúladagatalið frá 193 til 188 árligar skúladagar og leingja summarfrítíðina aftur, sum hon var
Vit eiga at tillaga førleikamálini í lærugreinunum og kjølfesta fleiri kreativar lærugreinatímar, har hugurin drívur verkið – eina størri javnvág millum hugvísindi, nátturuvísindi og kreativar lærugreinar
Raðfesta flokslæraraleiklutin og leiðsluleiklutin hægri

Fleiri onnur átøk eru eisini nevnd í tilmælunum, sum eisini eiga at fremjast, tí øll hava týdning.

Endamálið má vera, at næmingarnir læra, men at tíð eisini er til kreativitet, dannilsi og djúhugsni í skúladegnum. Skúlin skal ikki gerast eitt klekingarstað, har bara miðnám er endamálið. Fólkaskúlin eigur at menna tey talent, ið næmingar hava, og búgva næmingarnar til lívið og gerandisdagin.

Nú sita vit í Javnaðarflokkinum við ábyrgdini fyri fólkaskúlanum, so eg vænti, at ítøkilig átøk verða framd beinanvegin. Eg var sjálvur við til at skriva átøkini, sum verða nevnd í samgonguskjalinum innan fólkaskúlaøkið.

Landstýrismaðurin hevur sent lógina um næmingatalið í flokkunum til hoyringar í januar 2024. Vónandi er hetta bara byrjanin. Eg ætli í hvussu er ikki, at hetta steðgar her.

Aðalorðaskifti eru ofta góð fyri at seta sjóneyku á mál og øki, men ofta verður tað við orðaskiftinum og ikki annað. Føgur orð, sum onga tyngd hava. Annars haldi eg, at orðaskifti um fólkaskúlan áttu at verið fastur táttur annaðhvørt ár í Løgtinginum. Hetta fyri at áhaldandi at hava fokus á hetta økið.

Hugsi eisini at onnur øki í samfelagnum áttu at fingið eina javna yvirskipaða politiska viðgerð av og á.

Eg vóni, at tingið og politikarar sum heild síggja týdningin í at hava ein góðan fólkaskúla. Fyri at náa hesum máli krevjast vilji, raðfestingar og pengar. Fyri meg er tað einfalt. Fólkaskúlin eigur altíð fremstu raðfesting. Og allar broytingar eiga at hava kjølfesti hjá teimum, sum virka í skúlanum.

Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. 

Les íkastið frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum, á heimasíðuni í gjár.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.