Tíðindi

Vit eiga at læra av koronu

Tá korona skolaði inn yvir okkum, slapp fólkaskúlin ikki undan. Frá degi til dags varð arbeiðið hjá skúlaleiðarum og lærarunum vent á høvdið. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

5. juni 2020

Korona floymdi inn yvir okkum og legði seg sum ein tung dýna yvir føroyska samfelagið. Uttan stórvegis ávaring, og uttan at gera mun á høgum og lágum, so var gerandisdagurin kollveltur eftir einari nátt.

Føroyska samfelagið hevur í stóran mun staðið ímóti hesi hóttan. Tað kunnu vit fegnast um, og vit hava enn eina ferð verið vitni til tann týdning, vælferðarsamfelagið hevur fyri føroyska samfelagið og fyri hvønn einstakan okkara.

Vælferðarsamfelagið er undir trýsti. Tey, sum í ymiskum skipanum røkja kjarnuuppgávur, hava merkt hetta týðiliga. Vit í fólkaskúlanum hava merkt tað við, at lærarar skulu undirvísa meira, og við trongdini hjá arbeiðsgevaranum at gera alt upp í eindum, sum kunnu vigast og mátast. Men í kreppustøðum síggjast tær stóru linjurnar í samfelagnum týðiligari, og vit mugu sanna av koronu, at Føroyar eiga at gera íløgur í eitt væl útbygt vælferðarsamfelag. Vælferðarsamfelag er grundarlagið nú og í framtíðini.

Tá korona skolaði inn yvir okkum, slapp fólkaskúlin ikki undan. Frá degi til dags varð arbeiðið hjá skúlaleiðarum og lærarunum vent á høvdið. Yvir eitt vikuskiftið mistu lærararnir sítt fremsta amboð, at vera saman við næmingunum í undirvísingarstøðuni. Frá at kunna síggja, hoyra og kenna, hvussu undirvísingarstøðan mátti lagast til einstaka næmingin, flokkin og fakið, so máttu lærararnir fullkomiliga leggja arbeiðið um og skipa neyðundirvísing í fjarstøðu. Teldan hevur hjálpt í hesi undantaksstøðu, men vit hava lært, at netundirvísing á ongan hátt kann metast javnt við at hava læraran saman við næmingunum.

Fólkaskúlin er vanur at finna loysnir. Læraraarbeiði er alla tíðina at vera tilbúgvin, vakin og til reiðar, tillaga seg og fáa sum best burtur úr hvørji støðu. Undirvísingin eigur altíð at vera neyvt fyriskipað, ikki fyri at ganga eftir einari linju, men fyri at fáa tillagað, eisini til tær støður, sum tað ikki bar til at síggja fyri sær. Men at arbeiðið skuldi broytast so nógv so skjótt, tað hevði eingin droymt um. Men vit í fólkaskúlanum hava virðing fyri, at kreppustøður krevja av okkum øllum, tí var einki annað at gera enn at smoyggja upp um armar.

Tá ið tað stendur á, so mugu allar góðar kreftir finna saman at finna loysnir. Tað, sum hevur týdning, má takast fram. Nógv skriv og nógvar samrøður hava verið í arbeiðinum at skipa skúlan til broyttu umstøðurnar. Tað, sum hevur eyðkent arbeiðið, hevur verið, hvussu vit loysa støðuna saman. Ein partur í hesum arbeiði hjá felagnum er gott samskifti við skúlaleiðslurnar og álitisfólk, og ein annar stórur partur hevur verið gott samstarv við Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Koronuráðgevingina. Hetta eiga vit at læra av koronu. Saman at finna loysnir; tá standa  øll eftir við einum betri úrsliti.

Felagið hevur í nógv ár víst á, at sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum og skúlaleiðarum er óskipað, og at fleiri hokna undir tyngjandi sálarligum arbeiðsumstøðunum. Hendan óloysta støða kostar lærarum og skúlaleiðarum sálarheilsuna, skúlanum góðar lærarar og samfelagnum milliónir í sjúkrameldingum og borgarum, sum gerast óarbeiðsførir. Men hesin trupulleikin er sloppin at rulla undan. Felagið hevur møtt forstáilsi fyri støðuni, men vit hava ikki fingið samstarv í lag við arbeiðsgevaran at fáa bøtt um hesa vanæruligu støðu. Her kunnu vit taka við læru frá koronu. Latið okkum finna saman at skipa sálarligu arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og skúlaleiðarum. Lærarafelagið er til reiðar at samstarva, og vit sleppa ikki endanum.

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum kom mikudagin


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.