Tíðindi

Vit eiga at halda á at menna nýtt orðblindakanningartilfar

- Hóast vit hava screeningartilfar til triðja flokk, og øll í triðja flokki skulu gjøgnum ta kanningina, so hava vit kortini brúk fyri øðrum kanningartilfari, tí tað kann henda, at onkur næmingur dettur burtur ímillum av onkrari grund, sigur Mona N. Steintún, audiologopedur

27.06.2017

Nýtt kanningartilfar er gjørt og tikið í nýtslu, sum hevur til endamáls at finna næmingar við orðblindi. Allir næmingar í triðja flokki verða screenaðir fyri orðblindi í byrjanini av triðja skúlaári, og teir næmingar, sum skriva 8 ella færri enn 8 orð rætt í screeningini, verða kannaðir nærri beinanvegin og aftur í mai. Tað eru Mona N. Steintún og Torgunn Poulsen, sum báðar eru audiologopedar, ið hava týtt og tillagað orðblindakanningartilfarið; tær fóru undir hetta arbeiðið fyri 5 árum síðan; báðar vóru tá í starvi á Sernámi, men av tí at Torgunn Poulsen flutti av landinum tvey ár seinni, hevur Mona Steintún staðið fyri at gera arbeiðið liðugt. Mona N. Steintún hevur seinasta skúlaárið verið í starvi sum talulærari í Skúlanum á Trøðni.

Stóð tað til Monu N. Steintún, so steðgar arbeiðið við at gera orðblindakanningartilfar ikki her. Næsta stigið eigur at vera at gera tilfar til næmingar, sum eru eldri enn teir í triðja flokki.
- Vit eiga at halda á at menna nýtt orðblindakanningartilfar; kanningartilfarið, sum vit hava til tey 14 ára gomlu og eldri, vantar normar. Eftir mínum tykki eigur tann kanningin at verða endurskoðað øll sum hon er, og normar verða gjørdir. Til summar av uppgávunum í teirri kanningini er vegleiðing um, hvussu nógv næmingarnir eiga at klára, men tað er ikki nóg gott. Hóast vit hava kanningartilfar til triðja flokk, og øll í triðja flokki skulu gjøgnum ta kanningina, so hava vit kortini brúk fyri øðrum kanningartilfari, tí tað kann henda, at onkur næmingur dettur burtur ímillum av onkrari grund. Ein orsøk til, at næmingar vísa seg at hava orðblindatrupulleikar, tá ið teir koma í framhaldsdeild ella miðnám, er tí, at krøvini tá eru nógvar ferðir størri. Hesir næmingarnir kunnu hava klárað seg rímuliga væl gjøgnum skúlan, inntil krøvini til lesi- og skriviførleikarnar verða so høg, at teir ikki megna tey longur. Næmingurin, sum velur eina útbúgvingarleið, har tað ikki krevur, at hann skal lesa so nógvan og so truplan tekst, finnur kanska ongantíð útav, at hann er orðblindur ella hevur lesi- og skrivitrupulleikar. Øvut, tá ið krøvini til lesingina og skilja tekst verða størri, vísa trupulleikarnir seg týðiligari.

Les samrøðu við Monu Nattestad Steintún í Skúlablaðnum, sum kom síðst í apríl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.