Tíðindi

Vit eiga at fáa meiri burtur úr royndar- og menningarvirkseminum í skúlunum

- Vit eiga at leggja okkum eftir at hugsa og fyrireika verkætlanirnar væl ígjøgnum og knýta tær at Námsvísindadeildini. Verða verkætlanirnar ikki skjalprógvaðar og eftirmettar, fáa aðrir skúlar ikki kunnleika til tær, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

03.01.2024

Hetta skúlaárið fáa 29 verkætlanir tímar av játtanini til royndar- og menningarvirksemi. Undirvísingarstýrið hevur seinastu árini valt at raðfesta nøkur ávísi evni, tá ið talan er um at játta tímar. Tað eru verkætlanir, sum hava til endamáls at menna inklusjónsarbeiðið í skúlunum, verkætlanir innan námsfrøðiligar tilgongdir við fyriliti fyri næmingum, sum ikki megna eina regluliga skúlagongd, t.d. skúlaaftran, verkætlanir at menna rørsluátøk í skúlatíðini, verkætlanir viðvíkjandi talgildari menning og albúgving, og verkætlanir at menna leiðslu- og lærarasamstarv millum smærri og størri skúlar. Skúlar hava tó møguleika at søkja um royndar- og menningarvirksemi innan onnur øki, sum skúlin heldur vera umráðandi at menna, men áherðsla verður løgd á verkætlanir innan økini, sum eru raðfest næsta trý ára skeiðið. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at verkætlanirnar, sum hava fingið játtað tímar, í høvuðsheitum á hvør sín hátt eru virðismiklar fyri fólkaskúlan.

- Tá ið talan er um evni og øki, so spenna verkætlanirnar víða. Tað er frálíkt, at fleiri verkætlanir, sum hava við inklusjón at gera, fáa stuðul, tí tað er ein stór avbjóðing í øllum skúlum. Tað er eisini gott, at verkætlanir, sum hava til endamáls at minka um fráveruna hjá næmingum, fáa stuðul, tí júst stór frávera hjá einstøkum næmingum er ein stórur trupulleiki í flestu skúlum. Somuleiðis er gott, at skúlar gera ymiskar royndarætlanir í sama evni, tí tað er ikki ein loysn upp á sama trupulleika. Verkætlanir, sum hava til endamáls at gera skúladagin meiri fjølbroyttan, eru sjálvsagdar at stuðla, so sum í tí handaliga og kreativa og somuleiðis í tí, sum hevur við rørslu at gera. Fleiri av verkætlanunum, sum hava fingið stuðul, sampakka væl við tilmælini í álitinum um ætlaðu broytingarnar, sum helst fara at verða gjørdar í fólkaskúlalógini.

Nakrar av verkætlanunum, sum hava fingið játtað tímar í ár, eru gjørdar í samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, eitt nú rørslu- og trivnaðarverkætlanin í Vágs skúla og verkætlanin við broyttum tíma- og lærugreinabýti í skúlunum í Vágum. Jacob Eli S. Olsen heldur, at gongdin eigur at vera, at uppaftur fleiri verkætlanir eiga at verða gjørdar eftir hesum leistinum.

- Tað hevur stóran týdning at knýta eina verkætlan aftrat eini servitan ella gransking um eitt evni, tað vil siga leggja eina verkætlan í einum skúla upp at servitanini á Námsvísindadeildini. Tann, ið hevur servitanina á økinum, kann hjálpa skúlanum at knýta verkætlanina gransking aðrastaðni og vera við til at planlegggja, fremja, eftirmeta og skjalfesta hana. Tað er bara ein fyrimunur fyri verkætlanina, tí úrslitið verður betri, og fleiri fáa gagn av henni, tá ið alt verður gjøgnumhugsað eisini við støði í gransking, skjalprógvað og eftirmett. Í grundini eiga fleiri verkætlanir frá byrjan at verða knýttar at undirvísarum á læraraútbúgvingini ella ráðgevum á Námi, sum kunnu fylgja ávísu verkætlanini sum partur av sínum arbeiði á læraraútbúgvingini. Tað er ein vinningur fyri skúlan og Námsvísindadeildina, tí verkætlanin verður betur lýst, og læraraútbúgvingin fær tættari tilknýti til fólkaskúlan. Skulu vit gera tað, mugu umstøðurnar hjá undirvísarunum á Setrinum eisini broytast til, at teir fáa meira tíð at granska og samstarv við skúlarnar í síni arbeiðistíð, og til tað krevst størri játtan til læraraútbúgvingina. Setursráðið eigur at seta størri peningaliga orku av til læraraútbúgvingina, soleiðis at tey, sum undirvísa, eisini sleppa at granska í fólkaskúlanum. Verkætlanirnar undir royndar- og menningarvirksemi eru uppløgd granskingarevni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.