Tíðindi
21.09.2021
Meðan danski kenslumálaráðharrin mælir til eina royndarskipan í trý ár, sum víðkar próvtalsstigan hjá næmingum í 8. og 9. flokki til eisini at fata um arbeiðslag og ídni, so mælir formaðurin í Føroya Lærarafelag til púrasta at fara burtur frá tølum sum próvmet. Í staðin eigur próvtalsstigin at verða umskipaður fullkomiliga, frá tølum til at geva bókstavir, líknandi sum skipanin er í USA.
- Munurin á at geva tøl og bókstavir er, at tú kanst rokna eitt miðaltal út frá samlaðu tølunum, tú fært, meðan tú við bókstavum ikki kanst. Fyrimunurin við tí seinna er, at ljós meira verður varpað á tað, tú dugir væl, og tað, tú ikki er stinnur í, tí eingin er eitt miðaltal. Tá ið talan er um arbeiðslag og ídni, er ikki skilagott at seta tal á, men heldur at seta orð á henda partin; partur av skúlatíðini er at menna arbeiðslagið. Frá at tosa um, at eg havi eitt miðaltal, sum eitur til dømis 7,5, so kanst tú í staðin tosa um, at tú ert stinnur í hesari ella hasari lærugreinini og ikki so stinnur í eini aðrari lærugrein. Tað gevur eina breiðari mynd av, hvørjir tínir fakligu førleikar eru. Í gomlu støðumetsbókini vórðu arbeiðslag og ídni eisini mett við, at okkurt var sagt um tað. Við at siga, at okkurt er toliligt ella krevur bata kunnu vit skilja; tøl siga ikki so nógv, miðaltøl siga uppaftur minni, heldur Jacob Eli S. Olsen.
Tá ið fólkaskúlalógin var umskipað av nýggjum í 1997, ávaraði táverandi stjórin í Landsskúlafyrisitingini, Hentzar Ellingsgaard, ímóti at seta spyrja nógv eftir lærugreinarúrdráttum, sum tekur støði í próvtølum, tí børn skulu ikki síggja seg sjálv sum eitt tal. “Úrdráttur tykist nú at verða tað gandaorðið, sum skal lyfta skúlans virki hægri upp. Spurningurin er, um vit ikki spyrja í so nógv eftir lærugreinarúrdráttum og minni eftir sjálvari lærugongdini, soleiðis sum tað nú er lagt fram í teirri nýggju fólkaskúlalógini, ið vit skulu arbeiða eftir frá næsta skúlaári. “Ikki er alt eftir stødd,” sigur orðatakið. Spurningurin verður tí, um vit í komandi tíðum fara at geva okkum nóg nógv far um úrdráttarhugtakið í einum heildarhøpi? Um væl skal verða, so skulu vit lesa nýggju fólkaskúlalógina í einum heildarhøpi við atliti at endamálsgreinini allari. Tá fara vit eisini betur at skilja, at alt skúlans virki skal fata um barnið í einari heild.” Soleiðis skrivar Hentzar Ellingsgaard í bókini, sum kom út í sambandi við at Lærarafelagið fylti 100 ár.
Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tankarnir frá Hentzari Ellingargaard fyri nærum fjórðings øld síðan eru viðkomandi at hava í huga í dag. Stóð tað til Jacob Eli S. Olsen, var øll próvtalsskipanin, frá teimum yngstu í fólkaskúlanum til tey elstu á hægri skúlum, broytt.
- Okkum nýtist ikki at gera, sum gjørt verður í Danmark, sjálvt um nógv av okkara fara undir víðari lestur í Danmark. Fólk koma úr øðrum skúlaskipanum, har próvtøl ikki verða brúkt, inn í donsku skúlaskipanina uttan trupulleikar. Tað ber sum einki til at umrokna próvtal til bókstavir, um neyðugt. Próvtølini hjá okkum byggja á, at danir broyttu sína próvtalsskipan í kjalarvørrinum á PISA; tað er eingin ivi í, at tað er lættari hjá ávísum skúlamyndugleikum at arbeiða við tølum enn bókstavum, men fyri tað er tað ikki tað besta. Okkara próvtalsstigi skal vera tann, ið gagnar okkara næmingum og okkara skúlaskipan.
Les grein um, hvørjar ætlanir eru í umbúna í Danmark, við at lesa hesa greinina: https://www.folkeskolen.dk/1877092/minister-vil-indfoere-karakterer-for-elevernes-arbejdsindsats