Tíðindi

Virðislønarhandan í Námi

Mikudagin 14. juni kl. 16.00 verður hátíðarløta í Námi. Tá verður avdúkað, hvørji fáa virðislønirnar fyri bestu skúlabókahandrit til fólkaskúla og miðnám.

06.06.2017

Virðirslønirnar eru 50.000 kr fyri hvørt handritið.

Nám lýsti handritakappingina í september í fjør, og flaggdagin var freistin úti.

Inn komu níggju handrit, fimm til fólkaskúlan, trý til miðnám og eitt, sum er ætlað báðum skúlum.

Ein dómsnevnd, sum umframt ein fólkaskúlalærara og miðnámslærara eru stjóri, útgávuleiðari og ein ritstjóri í Námi, hava nú funnið bestu handritini.

- Vit løgdu hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vildu troyta nýggjar leiðir og koma í samband við nýggjar møguligar lærubókahøvundar. Hóast handritini ikki vóru so mong, so eru tey sera áhugaverd, og vit fegnast serliga um vinnararnar, sum hava latið okkum væl hugsað og væl skrivað handrit, sum møta einum veruligum tørvi, sigur Regin Marnersson, stjóri í Námi.

Visjónin hjá Námi er, at allar lærugreinir í fólkaskúlanum og allar kravdar lærugreinir á B- og C-stigi á miðnámi skulu hava eina føroyskmælta grundbók, ið ikki er eldri enn 10 ár, og at lærugreinir á A-, B- og C-stigi, sum nógvir næmingar velja, eisini eiga at hava føroyskt mælt undirvísingartilfar.

Umframt virðisløn fáa vinnararnir eisini tilboð um útgávusáttmála við Nám.

Eftir virðislønarhandanina verða stuttar framløgur av nýggjum bókum. Teirra millum er ”Samfelagið - og eg”, sum er nýggj bók til samfelagsfrøði.

Her sæst meir um handritakappingina hjá Námi: http://snar.fo/skipan/kunning/news/besta-skulabokahandrit/

Nám heldur til á Hoyvíksvegi 72 í Havn, har øll eru vælkomin til hátíðarløtuna.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.