Tíðindi
06.10.2023
Virðingin fyri tí fakliga er minkað, og lærugreinirnar eru minni stuttligar. Munurin millum bókligu og tær kreativu og verkligu lærugreinirnar eru javnaðar nakað. Tað kunnu vit lesa í nýggju kanningini, sum er gjørd av trivnaðinum hjá børnum og ungum í 5., 7. og 9. flokki kring landið. Ensklærugreinin, sum fyri 10 árum síðan var mett at vera týdningarmiklasta lærugreinin, tykist ikki at vera vird líka nógv í dag, tó at hon tekur seg nakað fram í 9. flokki. Dansklærugreinin liggur nøkulunda í sama stað, men týskt verður ikki mett sum ein lærugrein av stórum týdningi longur.
Meginparturin av næmingunum dámar at læra, men tey halda ikki, at tað er serliga stuttligt at ganga í skúla. At næmingar halda, at lærugreinirnar eru keðiligar, harmar formannin í Føroya Lærarafelags.
- Tað harmar meg sum lærari at síggja, at nógvir næmingar ikki halda, at tað fakliga hevur týdning. Vit eru hóast alt í skúla fyri at læra. Tað er ringt at motivera næmingar at læra, um teir ikki halda tað fakliga vera týdningarmikið ella áhugavert. Uppgávan hjá lærarunum verður sera trupul, tá tað er hugsanin hjá næmingunum.
Spurningurin er so, hvør eigur uppgávuna at siga við næmingarnar, at tað fakliga og lærugreinirnar hava týdning. Jacob Eli S. Olsen er ikki í iva um, at hesa uppgávuna eiga foreldur og samfelagið, líka nógv sum skúlin.
- Um næmingarnir møta í skúlanum og halda, at tað fakliga ongan týdning hevur, so er uppgávan hjá læraranum sera trupul. Heima eiga foreldrini at siga við børn síni, at tað er týdningarmikið at læra, hvørt tað so er at rokna, lesa og alt, sum verður gjørt, og tað hevur størri týdning enn at íðka ítrótt og onnur frítíðarítriv. Tað snýr seg altíð um at velja og velja frá. Næmingarnir hava so nógv undirhald, sum kappast við skúlan, og tað er ikki altíð, at skúlin vinnur. Lærarin er ikki ein pausuklovnur, læring er viðhvørt hart arbeiði, men tá er gleðin av at læra eisini tað størri.
Í 2012/2013 vórðu næmingar í 8. og 9. flokki spurdir um, hvønn hugburð teir hava til lærugreinirnar. Tá bendu svarini á, at tað er eitt samband millum, hvussu týdningarmiklar næmingarnir halda eina lærugrein at vera, og hvussu stuttliga teir halda hana vera. Tað, sum eisini vísti seg tá, var, at tær kreativu og verkligu lærugreinirnar høvdu lættari við at lyfta seg upp á stuttleikaásinum, hóast tær ikki vórðu mettar at vera serliga týdningarmiklar.
Eitt av tilmælunum í kjalarvørrinum á nýggjastu kanningini er, at lærugreinirnar í skúlanum mugu styrkjast, so tær fanga áhugan hjá næmingunum, og teir harvið varðveita áhugan at ogna sær fakliga vitan. Til hetta krevst, at námsætlanirnar verða dagførdar við denti á hóskandi dýpdarlæru, harafturat eftirútbúgving til lærarar, so teir hava dagførda fakliga og felagsskapandi didaktiska vitan, og so má lærarin fáa umstøður at skipa undirvísingina, so hann kann fanga næmingin.
Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur tikið stig til kanningina, sum er gjørd í 5., 7. og 9. flokki í februar og mars í ár. Kanningin var løgd fram týsdagin. Staðið fyri kanningini hava starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya: Erla Olsen, rektari og lektari á Námsvísindadeildini, Katrin av Kák, lektari á Námsvísindadeildini, Annika H. Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og Laufey H. Blaasvær, M.S.sc í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Námsvísindadeildini.
Savnsmynd