Tíðindi
06.12.2018
Bókadagar snúgva seg um skaldskap, bøkur og rithøvundarnar, sum skriva tær. Sum nakað nýtt bleiv tann skapandi parturin av bókunum eisini partur av skránni fyri børn á Bókadøgum 2018. Hetta tyktist vera ein kærkomin møguleiki, tí luttakararnir vóru ágrýtnir og brúktu fegnir vikuskiftið at læra seg at skriva søgur. Rakel Helmsdal lærdi tey amboð og arbeiðshættir at nýta, tá tey skriva sínar egnu søgur. Á skeiðnum sluppu tey tí at royna ein øðrvísi hátt at arbeiða við teksti, enn tey eru von við. Tey fingu áræði at byrja og dirvi at deila sínar søgur við onnur. 11 ára gamla Alma Bjørk Fossádal var ein av væl nøgdu høvundaspírunum, sum luttók á skeiðnum.
Hvussu var at vera á skriviskeiði?
Tað var ordiliga spennandi. Vit lærdu nýggjar metodir, at skriva skjótt, at skriva langar søgur, og vit lærdu eisini um persónar. Í gjár [leygardagin] lærdu vit at skriva stuttar søgur. So kunnu vit skriva víðari upp á tær eina aðru ferð. Í dag [sunnudagin] lærdu vit nógv um at skriva persónslýsingar.
Ert tú von at skriva søgur heima?
Ikki ofta, men viðhvørt tá eg ongan stíl havi fyri.
Heldur tú, at tú fert at skriva oftari nú, tá tú hevur lært hesar metodirnar?
Ja, eg haldi tað. Tí nú veit eg betur, hvussu eg skal gera. Tað er ræðuliga ringt at koma í gongd.
Heldur tú, at tað verður lættari at koma í gongd nú?
Ja, nógv lættari.
Fert tú at brúka bókina Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu, tá tú nú fert at skriva?
Ja, tí har eru so nógv góð fiff.
Lósu tit so søgurnar upp?
Øll skuldu lesa upp, og vit fingu at vita, at tað vóru ongar umberingar.
Hvussu var tað?
Tað var gott, tí í fyrstani var eg eitt sindur bangin fyri at lesa mínar søgur upp, men tað eri eg ikki so nógv meir. Og tað, sum vit skrivaðu, kom ikki út um veggirnar á skeiðnum.
Var tað stuttligt at hoyra søgurnar, sum hini høvdu skrivað?
Ja, tær vóru ordiliga stuttligar og ordiliga spennandi.
Tit skrivaðu eisini saman í bólki?
Ja, tað var stuttligt, tí so tosaðu vit saman um tað, sum vit skrivaðu. Í okkara bólki skrivaðu vit hvør sína søgu, men tosaðu saman um tær. Ein annar bólkur skrivaði eina søgu saman. Øll skuldu koyra hvør sín persón, sum vit høvdu funnið uppá, inn í sína søgu.
Hvat dámdi tær serliga væl við skriviskeiðnum?
At vit bæði skrivaðu hvør sær og í bólki. Tí øll hugsa ikki líka, og so verður tað til nakað ordiliga gott, tá man tosar og hugsar saman.
Fert tú at tekna teg til skriviskeið, um tað verður aftur eina aðru ferð?
Ja!
Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaði fyri skeiðnum, sum var fyri børn í aldrinum 10-12 ár, og á skeiðnum vóru níggju luttakarar. Tey fingu hvør sítt eintak av nýggju bókini Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu, sum Bókadeildin og NÁM hava givið út.
Rithøvundurin
Rakel Helmsdal hevur skrivað bøkur til allar aldursbólkar, og hon er harafturat royndur skriviskeiðshaldari. Nýggjasta bók hennara er stuttsøgusavnið Miljuløtur, sum Bókadeildin gav út fyri stuttum, við fjálgum og hugsveimandi søgum um gentuna Milju.
Rakel Helmsdal er í ár tilnevnd til Astrid Lindgren Memorial Award (ALMA), sum er ein tann størsta bókmentavirðislønin í heiminum fyri barna- og ungdómsbókmentir. Tilnevningina hevur hon fingið fyri ritverk sítt. Hetta er triðju ferð, at Rakel Helmsdal er tilnevnd, og hon er einasti føroyski høvundurin, sum hevur verið tilnevnd til henda prísin.
Tekstur og mynd: Silja Aldudóttir