Tíðindi

Við Edu-Arctic kann lærarin møta fleiri

Eitt tilboð til lærarar í náttúruvísindaligu lærugreinunum eru amboðini, ið Edu-Arctic bjóðar. Edu-Arctic er eitt samstarv um miðlan av gransking í arktiska økinum til skúlanæmingar.

14. desember 2018

Lærarin má hava førleikar og umstøður til at hjálpa næmingunum á leiðini ímóti málunum í endamálsorðing fólkaskúlans og í námsætlanunum. Næmingurin skal hava møguleika til djúphugsan, at venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan, og næmingarnir eiga eisini at venjast í náttúruvísindaligum arbeiðs- og hugsanarháttum. Fyri at náa hesum málum má undirvísingin setast saman av fleiri tættum fyri at møta einstaka næminginum á leiðini.

Eitt tilboð til lærarar í náttúruvísindaligu lærugreinunum eru amboðini, ið Edu-Arctic bjóðar. Edu-Arctic er eitt samstarv um miðlan av gransking í arktiska økinum til skúlanæmingar. Tað eru fleiri partar í verkætlanini, ein teirra er Jarðfeingi.

Tilboðið hjá Edu-Arctic er í fýra tættum. Ein alfrøði um arktiska økið, beinleiðis fyrilestrar við granskarum, skrásetingar av lokalum náttúruviðurskiftum og ein granskingarkapping. Eg havi roynt trý tey seinast nevndu, hesi geva næmingunum møguleika at fáa innlit í arbeiðið hjá granskarum í arktiskum øki.

Fyrilestrunum havi eg flest royndir við. Hesir eru lættir at taka lut í, og teir hava spurningar til næmingarnar ávegis og kahoot-quiz aftaná; tað fær tey at lurta aktivt. Fleiri evni, ið verða viðgjørd, eru í námsætlanunum, og tað ger teir viðkomandi í lærugreinunum. Næmingarnir møta eisini granskarum, ið greiða frá sínum øki. Granskararnir eru neyvir, tá ið teir greiða frá, og hava servitan, ið lærarar og næmingarnir annars ikki hava atgongd til.

Skrásetingar av lokalum náttúruviðurskiftum vísa næmingunum týdningin av at eygleiða neyvt og at skráseta regluliga. Skrásetingarnar eru væl skipaðar og eru ein góð venjing í, at tað krevur tíð og greiða skipan at fáa vitan, ið kann nýtast til haldgóðar niðurstøður.

Í lívfrøði hevur mær serliga dámt skrásetingarnar, tí at tær býta lívfrøðina sundur í livnar og ólivnar umstøður, á sama hátt sum lærugreinin ger. Hetta hjálpir næmingunum at fata týdningin av smálutunum og samspælinum í vistfrøðini. Skrásetingarnar krevja nakað av fyrireiking, men tær eru gjørdar sum ein fleirvalsskipan, og ein greið vegleiðing við myndum er til, hetta ger byrjanina lættari.

Granskingarkappingin kann kallast flaggskipið í Edu-Arctic. Her luttaka næmingar sum einstaklingar ella í pørum, og hvør hevur ein lærara knýttan at sær sum vegleiðara. Av tí at hetta arbeiðið er einstaklingaarbeiði, má tað byggja á áhugan hjá næminginum, og arbeiðið má liggja uttan fyri undirvísingartíðina. Hetta krevur nógva arbeiðstíð hjá læraranum.

Kappingin er skipað á tann hátt, at næmingarnir senda eina stutta granskingarætlan inn. Hendan kann vera ein vísindalig kanning ella ein innovatiónsverkætlan. 50 næmingar verða valdir at senda sína lidnu verkætlan inn. Síðan verða 12 verkætlanir valdar út til eina samrøðu á netinum millum næmingin og granskarar frá Edu-Arctic. 6 vinnarar fáa møguleika at vitja ein granskingarstovn í arktiskum øki.

Vit royndu okkum í granskingarkappingini við fýra næmingum. Onkur næmingur misti áhugan á leiðini og datt frá, men ein næmingur kom til finaluumfarið. Nú eru næmingurin og lærarin boðin til Versailles universitetið sunnan fyri París á vitjan og at arbeiða víðari við verkætlanini. Ein spennandi møguleiki til tey bæði eftir eitt miðvíst arbeiði.

Tað setir stór krøv til førleikar hjá lærarum at møta dagsins krøvum. Lærarum tørvar tíð at menna førleikarnar samsvarandi hesum. Við tilboðum sum hesum frá Edu-Arctic kunnu lærarar møta fleiri næmingum í fleiri førleikamálum, men tað hendir bert, um hesi fáa tíð og vegleiðing til arbeiði.

Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstforsmaður í Føroya Lærarafelag

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.