Tíðindi
09.06.2020
Læraraútbúgvingin eigur javnan at verða dagførd, soleiðis at hon lýkur teimum krøvum og treytum, ein slík útbúgving krevur, og soleiðis at hon er á jøvnum føti við læraraútbúgvingina í okkara grannalondum. Hvat eigur at verða dagført, og hvørjar broytingar at verða framdar, ber væl til at fáa eyga á, tí læraraútbúgvingin, saman við námsfrøðingaútbúgvingini, er allýst í eini kunngerð í lógini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Tað ger, at Lærarafelagið, politiska skipanin og onnur kunnu fylgja við og í ávísan mun ávirka og stýra, hvat innihaldið í útbúgvingini eigur at vera. Men nú eru ætlanir um at broyta bygnaðin, soleiðis at læraraútbúgvingin ikki longur er lýst í egnari kunngerð. Í staðin skal hon verða hon løgd undir annað ræði. Hetta er á ongan hátt ein loysn, sum Føroya Lærarafelag tekur undir við.
- At leggja útbúgvingina undir annað ræði og niðarlaga í skipanini hjá Fróðskaparsetri Føroya, er ikki ein gongd leið; tá verður hon til eina og hvørja tíð lýst av teimum starvsfólkum, sum eru har. Vit hava onga trygd fyri, at tey, sum sita í setursráðnum til eina og hvørja tíð, hava føling við, hvat er best fyri læraraútbúgvingina. Harumframt fer tað at verða nógv verri hjá okkum at fylgja við í, hvat innihaldið í útbúgvingini er, og tað verður nógv minni gjøgnumskygni. Í staðin eigur bygnaðurin, sum er nú, at halda fram; skal nakað broytast, eigur broytingin heldur at verða tann, at læraraútbúgvingin verður lýst í síni egnu lóg og kunngerð, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Verða skipan og bygnaður broytt, soleiðis sum ætlanir eru frammi um, verður læraraútbúgvingin í Føroyum eitt eindømi samanborið við læraraútbúgvingarnar í Norðurlondum, tí tá sleppur landsstýrisfólkið við útbúgvingarmálum ikki at ávirka innihaldið, men bara Fróðskaparsetrið.
- Um henda broytingin er ein roynd at sleppa undan, at vit blanda okkum uppí og ávirka útbúgvingina, ella um hetta er fyri at fáa útbúgvingina at passa til starvsfólkini, sum útbúgvingin hevur til at taka, veit eg ikki. Vit vita, at Setrið hevur dugað væl at ment nýggjar útbúgvingar uttan at neyðug játtan er fylgd við, og tað sæst aftur í teimum útbúgvingum, sum frammanundan eru, eitt nú læraraútbúgvingini. Umstøðurnar hjá læraraútbúgvingini eru versnaðar seinnu árini, meðan hon hevur ligið undir Fróðskaparsetri Føroya, hóast hon hevur havt sína egnu kunngerð, nevniliga tí at politisku myndugleikarnir hava sett krøv um nýggjar útbúgvingar. Útbúgvingin eigur at verða myndað av, hvat ein læraraútbúgving eigur at innihalda, og so eiga starvsfólk at verða sett til tað, heldur enn øvut. Samstundis er eisini umráðandi, at útbúgvingin hevur ein góðan og støðugan hóp. Ein gongd leið hevði kunnað verið at tikið í partar frá gomlu skipanini, sum var, at tey, sum undirvísa á læraraútbúgvingina eisini undirvísa í fólkaskúlanum, soleiðis at tey hava eitt bein í hvørjum parti. Tað hevði tryggjað betri kjølfesti millum útbúgving og yrki. Tað er ikki nóg gott, at tey, sum undirvísa komandi lærarum, als ikki hava kjølfesti í sjálvum fólkaskúlanum. Norska læraraútbúgvingin er farin at leggja seg meiri eftir hesum; tann gamla læraraútbúgvingin í Føroyum hevur havt hesa skipanina, har neyvari samstarv og samband var millum læraraútbúgvingina og Venjingarskúlan, við at lærarar vóru knýttir at læraraskúlanum og fólkaskúlanum. Nú er útbúgvingin heldur merkt av starvsfólki, sum arbeiða á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, sum hava eina neyva og holla vitan um eitt akademiskt evni, men ikki um fólkaskúlan og heldur ikki altíð um námsvísindi. Vandin við, at bygnaðurin verður broyttur, sum ætlanin er, er, at útbúgvingin í uppaftur størri mun missir sambandið við lærarayrkið.
Formaður Føroya Lærarafelags leggur stóran dent á, læraraútbúgvingin javnt og samt verður broytt samsvarandi broytingum, sum verða gjørdar í fólkaskúlalógini, samsvarandi tíðini, vit liva í og vitan frá heimligari og altjóða gransking. Tí er tað ein trygd fyri læraraútbúgvingina og fólkaskúlan, at Lærarafelagið fylgir við, hvat innihaldið útbúgvingini er, og hvussu útbúgvingin er skipað. Síðan núverandi kunngerð varð sett í gildi, er hon tillagað.
- Helst tørvar henni fleiri tillagingar, men kortini er hetta ein góð skipan. Henda útbúgvingin er so umráðandi fyri føroyska samfelagið, at vit mugu kenna innihaldið í henni. Fara vit aftur til skipanina, sum var fyri 15 árum síðan, var læraraútbúgvingin ásett í lóg, og út frá teirri lógini var ein kunngerð, sum stýrdi útbúgvingini; henda loysnin var eisini góð. Bæði tann gamla skipanin og skipanin eftir 2008 hava tryggjað okkum ávíst gjøgnumskygni.
Lærarafelagið hevur fingið ætlanina til hoyringar og hevur svarað, og næsta stigið verður, at felagið biður um fund við landsstýrismannin og eisini Námsvísindadeildina.
Mynd: Nevndin í Føroya Lærarafelag; myndamaður Ólavur Frederiksen