Tíðindi

Verður lurtað nóg væl eftir næmingum og lærarum, tá ið skúlar verða bygdir

Verða lærararnir tiknir við frá byrjan, og fáa teir møguleika at siga frá, hvat teir vilja og ynskja, at rúmini verða brúkt til, so er latið upp fyri eini felags fatan.

28.08.2018

Í løtuni eru fleiri skúlar í gerð; vanliga eru lærarar og skúlaleiðsla við í tilgongdini, soleiðis at hølini, ið verða bygd, eru til gagns fyri tað læruumhvørvið hesi eru partur av. Lærarar og námsfrøðingar eiga at vera ein virkin partur av tilgongdini at snikka høli og rúm til, tá ný- og umbyggingar eru fyri, sigur Bodil Bøjer, sum er í ferð við Ph.d.-ritgerð um kreativ lærurúm.

Bodil Højer hevur í 10 ár arbeitt við lærurúmum og sniðgeving við rúmum, og hon er júst í holt við eina trý ára granskingarverkætlan saman við sniðgevingarfyritøkuni, Rune Fjord Studio, har hon kannar sambandið millum, hvussu rúm verða sniðgivin og tær ymsu lærutilgongdirnar, sum fara fram í rúmunum. Endamál hennara er at fáa til vega meiri vitan um, hvussu ymisku karmarnir kunnu verða brúktir sum amboð at stuðla læring og um, hvussu innbúgvið í rúminum kunnu stimbra kreativar lærutilgongdir.

Gransking vísir, at tað er ikki nóg mikið at broyta umstøðurnar, sigur Bodil Bøjer. Tað, sum er ætlanin við rúminum, kann einans verða sett í verk, um lærarar, námsfrøðingar og børn skilja og stuðla teimum námsfrøðiligu prinsippunum og tankunum, sum liggja aftanfyri. Verða lærarar ikki tiknir við, og eru ætlanirnar, sum liggja til grund fyri sniðgevingina, ikki hugsaðar saman við teimum, sum skulu brúka rúmið, so kunnu tey nýggju rúmini lættliga gerast tómir karmar, sum ikki, ella bara í lítlan mun, eru partur av teirri læring, sum tey annars vilja stuðla og leggja upp til.

Sniðgeving kann verða brúkt til at stuðla ymsum mátum at undirvísa og læra. Verða lærararnir tiknir við frá byrjan, og fáa teir møguleika at siga frá, hvat teir vilja og ynskja, at rúmini verða brúkt til, so er latið upp fyri eini felags fatan. Tað er eisini við til at tryggja tilgongdina og geva teimum, sum skulu brúka rúmini, eitt slag av ognarskapi, og tað skapar eldhuga, motivatión og framfýsni.

Royndir eru tó, at tað kann verða trupult at sameina ymisk fólk saman, sum hava ymiskan áhuga í, hvussu rúmini skulu verða. Og tað ger tað ikki lættari, at sniðgeving og nýbygging mangan er ein drúgv tilgongd, har partarnir hittast fleiri ferðir. Men tað er sera umráðandi, at allir partar eru við, og at allir partar hava eina felags fatan av, hvat tað eru fyri rúm, sum verða skapt, sigur Bodil Bøjer.

Kelda: blivklog.dk

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.