Bloggur

Verði eg klárur “at taka ímóti børnum?”

Hanus Højgaard, læraralesandi á triðja ári, bloggar

05.12.2014


Hesin bloggur, tit lesa nú, er tann fimti og møguliga seinasti hjá mær, nú undanfarni bloggari, Ingun Malunardóttir Háberg, kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi. Eg vil so nýta høvi at takka fyri meg og eisini taka samanum, nú hetta árið fer at halla, og tað eisini bert er eitt hálvt ár, til eg vónandi verður bachelor.
 
Eg vil, nú eg líkasum skal gera ein status yvir útbúgvingina higartil, koma inn á tað, sum hevur verið gott, og tað, sum kanska kundi verið øðrvísi ella betri. Eg havi nevnt tað fyrr, og tað er, at eg havi lært sera nógv hetta hálvatriðja árið, eg havi gingið á Læraraskúla. Innan sálarfrøði, didaktik, etik, námsfrøði, vísindaástøði, føroyskt, náttúruna, um orku, burðardygd og nú seinast í støddfrøði, bara fyri at nevna nøkur evni.
 
Eisini havi eg lært nógv nýggj og spennandi fólk at kenna. Floksfelagar av báðum kynum í øllum aldri og við eini fortíð, sum ber boð at hetta at ganga á Læraraskúla, er ikki tað fyrsta, tey hava roynt her í lívinum. Millum mínar floksfelagar er ein skipari, ein teldumaður, ein froskmaður, ein møbilseljari, tvær bankakvinnur, ein sjúkrarøktarfrøðingar, ein speditør, ein námsfrøðingur bara fyri at nevna nøkur.
 
Sjálvt um mær dámar væl at ganga í skúla saman við fittum floksfeløgum og fittum lærarum, eru ymisk viðurskifti, sum kundu verið betri. Eg vil koma nærri inn á trý av hesum. Tað generella stigið á undirvísingini, undirvísingarhátturin og starvsvenjingin.
 
Tað, sum eg vil siga um generella stigið á undirvísingini er, at tað er ov tilvildarligt. Tað er ymiskt frá lærara til lærara, og tað sýnist ikki sum, at tað er ein reyður tráður gjøgnum undirvísingarskeiðið. Nú vit hava støddfrøði gerst hetta øgiliga sjónligt. Vit høvdu fyrst algebra, og fatanin hjá læraranum var, at vit áttu at duga støddfrøðini á einum hægri stigi enn næmingar í fólkaskúlanum. So undirvísingin varð lagað nógv eftir tí soleiðis at sera stórur dentur varð lagdur á tað fakliga. Alt gott um tað, men eftir heystfrítíðina, tá vit fóru at hava geometri, var endamálið hjá læraranum (sum var ein annar), at vit skulu duga at undirvísa fólkaskúlanæmingum í støddfrøði, so her verður líka stórur dentur lagdur á didaktikkin, sum á tað fakliga. Tvs. at eftir heystfrítíðina hava vit fokuserað nógv á, hvussu vit skulu undirvísa. Fyri heystfrítíðina var tað stórt sæð ikki tikið upp á tungu. Her sakni eg ein yvirskipaðan leist ella ein reyðan tráð. Tað sýnist, sum tað fullkomiliga er latið lærarunum upp í hendi, hvussu og í hvørjum undirvíst verður í.
 
Nú havi longu nevnt tað næsta evnið, nevnliga undirvísingarháttin. Skal denturin leggjast á at læra okkum eitt fak, ella skal denturin leggjast á at læra okkum at  undirvísa í einum faki.

Persónliga haldi eg, at tann seinni leisturin er betri, tí er tað ikki endamálið við Læraraskúlanum, at læra okkum at undirvísa:) Fyri nøkrum árum síðani vórðu tær tríggjar útbúgvingarnar til pedagog, lærara og sjúkrarøktarfrøðing broyttar soleiðis, at tær gjørdust meira akademiskar. Hetta kann vera gott, serliga um mann ætlar at lesa víðari, men sum praktikarar úti á arbeiðsmarknaðinum er hetta eitt klárt afturstig. Og tað leiðir meg til tað triðja evnið, ið eg ætlaði at koma inn á, nevnliga starvsvenjingina.
 
Nú veit eg ikki, hvussu nógvar tímar pedagogar og sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvsvenjing ígjøgnum útbúgvingina, men, sum eg skilji á teimum lesandi, ynskja tey sær meir. Hjá okkum lærarum er starvsvenjingin 30 tímar hvørt ár. Tvs. at vit hava havt 120 tímar í starvsvenjing, tá vit einaferð fáa eitt læraraprógv. Og tað haldi eg er alt ov lítið. Nú er nokkso nærliggjandi hjá mær at samanlíkna læraraútbúgvingina og ljósmóðirútbúgvingina. Tá ein lærir til ljósmóðir, er sera nógv praktik í samband við ta útbúgvingina. Fulla arbeiðstíð, nógvar vikur ella mánaðir á rað, øll 4 árini. Vit hava 30 tímar um árið spjaddar út á 4-5 vikur. Eg sigi bara stakkals børn, og stakkals foreldur og stakkals ljósmøður, um ljósmóðurin hevði líka nógv av ella líka lítið av starvsvenjing, tá hon fer út at taka ímóti børnum, sum vit lærarar hava, tá vit fara "út at taka í móti børnum."

Nú hoyrist annars, at ein arbeiðsbólkur er settur at endurskoða læraraútbúgvingin. So vil eg bara her til seinast vóna, at tað, sum eg havi nevnt her omanfyri, er við, tá nýggja útbúgvingin verður skipað.
 
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.