Tíðindi

Verður tað undirvíst í norskum og svenskum, tá ið danskt er á tímatalvuni?

Føroyingar hava danskt sum kravt fak í fólkaskúlanum frá triðja flokki, men tað er ikki einans danskt, ið næmingarnir skulu hava lært um, tá ið teir standa við fólkaskúlapróvnum í hondini.

27. november 2018

Í námsætlanini stendur undir fakinum danskt, at frá 6. flokki skulu næmingar duga at lesa svenskt og norskt og skilja tað, sum verður lisið á hesum báðum málunum. Tá ið tey koma í framhaldsdeild, verða krøvini størri til tað, ið tey skulu duga í svenskum og norskum. Eftir øllum at døma tíma føroysk børn og ungdómar nógv betur enskt enn nakað annað mál, og norðurlendskt liggur allarhelst ikki fremst í huganum á teimum; tað skal tað eisini verða pláss fyri, men hvussu kunnu vit kveikja áhugan fyri teimum norðurlendsku málunum?

Vit eru so mikið heppin, at okkara grannalond hava mál, ið ikki liggja so langt føroyskum. Tá ið tað verður tosað um norðurlendsk mál, verður hugsað um norskt, svenskt, danskt og íslendskt. Finnland og Grønland eru eisini ein partur av Norðurlondum, men teirra mál eru sera fremmant fyri okkum; tískil verða tey málini ikki umtalað á hesum sinni.

Ein hevur hug at hugsa, hví tað hevur týdning, at tað verður undirvíst í norskum og svenskum í fólkaskúlanum, tá ið vit hava danskt og enskt, ið eru kravd fak í fólkaskúlanum. Av tí at føroyskir fólkaskúlar hava danskt frá triðja flokki, so er tað sera lætt at skilja og lesa danskt hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum, men spurningurin er, um tað eisini er lætt at lesa ein norskan og svenskan tekst. Hóast málini líkast nógv, so eru tað fleiri orð, ið ikki eru líka og als ikki hava sama týdning á donskum ella ikki eru til á donskum; tískil kann tað vera torført at skilja grannamálini, men tað er ikki ógjørligt og heldur ikki hjá næmingunum.

Fyri at minka um, at tað verður tosað enskt í Norðurlondum, har tað væl ber til at skilja hvønn annan við at tosa okkara móðurmál ella við at tosa danskt (gøtudanskt), so má tað verða áhugavert at læra at skilja málini. Har eiga fólkaskúlalærarar sín part at gera tað áhugavert fyri næmingar at skilja og lesa. At tað verður undirvíst í norskum og svenskum gevur næmingum møguleikan at leita sær í orðabøkur og læra at finna ymiskar hentleikar, ið liggja á alnetinum, ið kunnu verða hentir at duga. Á henda hátt verða næmingar eggjaðir at vera við til at skapa eina fjølbroytta undirvísing. Tískil kann tað gerast ein góður, annarleiðis og áhugaverdur partur av undirvísingarætlanini at hava norskt og svenskt í fólkaskúlanum.

Møguleikarnir eru nógvir, men tað, sum hevur størst týdning, er at fáa eina so áhugaverda og fjølbroytta undirvísing sum gjørligt, soleiðis næmingarnir fáa eyguni upp fyri teimum norðurlendsku málunum.

Tekstur: Lis Jacobsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.