Tíðindi

Vel rætta fakið, ella vel arbeiðsloysi

Summarið syngur sítt síðsta ørindi, og tað merkir, at skúlarnir eru byrjaðir aftur. Læraralesandi á Frælsium byrjaðu í næstsíðstu viku, og øll, uttan tey á fyrsta ári, skulu í holt við eitt linjufak. Okkurt bendir á, at tað hevur týdning at velja rætt fak, um tú vil tyggja tær eitt arbeiði aftaná loknan lesnað. Í summar hava bæði formaðurin í Lærarafelagnum og stjórin í ALS verið úti alment og sagt, at vit útbúgva ov nógvar lærarar. Hetta ger, at skúlaleiðslur skulu velja og vraka millum nýútbúnar lærarar, og tað verða neyvan størv til øll.

3. september 2018

Um ein ísbjørn kemur eftir tær, so er tað ikki neyðugt, at tú rennur skjótari enn bjørnin. Tú skal bara renna skjótari enn vinmaðurin. Hetta er eisini veruleikin hjá læraralesandi. Síðumaðurin er ikki bara tín floksfelagi, hann er eisini tín kappingarneyti.

Tað er ymiskt, hvat tey læraralesandi kunnu gera fyri at økja um møguleikan at fáa eitt starv. Tað er fyrimunur at hava undirvísingarroyndir, men tað mest sjálvsagda er at hava tey fakini, sum tørvur er á úti í skúlunum. Tey, sum ganga á fjórða ári, hava ikki eins góð kort á hondini sum hini, tí tey fáa tvey heldur enn trý linjufak. Hetta, tí tey framvegis virka undir gomlu skipanini, har eitt ár varð brúkt til breytir. Tey læraralesandi, sum koma eftir tey, hava 3 linjufak, umframt at tey øll kunnu undirvísa í støddfrøði og føroyskum til og við 6. flokki.

Tað eru nógvar meiningar um, hvørji fak eru skilagóð at velja. Tað er ivaleyst eisini ógvuliga ymiskt, hvat ymsu skúlarnir hava tørv á, og samstundis eru fleiri lesandi, sum halda, at tað einasta rætta er at velja við hjartanum. Tey halda, at tað kann ikki vera rætt at velja eitt linjufak, sum ikki hevur tín áhuga. Hinvegin halda onnur, at tað er lítið skynsamt bara at velja tað, sum tú hevur hug til, um tú ikki fær eitt arbeiði, tá ið tú hevur tikið eina fýra ára útbúgving. Tað, sum tað endar við hjá teimum flestu, er, at valið av fakum verður ein samanseting av áhuga og strategi fyri at fáa eitt starv.

Í september 2007, tá samfelagshjólini eisini snaraðu við fullari ferð, stóð ein grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Tá úttalaði táverandi formaður í Lærarafelagnum seg um, at tað gekk striltið at manna størvini úti í skúlunum, tí fleiri lærarar heldur valdu at arbeiða innan onnur fakøki, sum vóru meira fíggjarliga lokkandi. Tey læraralensandi kunnu kanska vóna, at tað sama fer henda hesaferð, nú lønargjaldingarnar í Føroyum seta met hvønn einasta ársfjórðing . Kanska lata onkrir av gomlu lærarunum seg freista av betri løn í privatu vinnuni, so tey nýútbúnu sleppa at gera tað, ið teir helst vilja, og tað er at undirvísa.

Tekstur og mynd: Poul Arni Jensen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.