Tíðindi

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags aftur á skránni

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein fyrimynd, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

22.01.2021

Í fjør tók Lærarafelagið stig til Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags fyri varpa ljós á læru um burðardygga menning og hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu møtast. Føroya Lærarafelag sær virði í, at føroysk útbúgving í størri mun skal eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa øktan áhuga fyri og kunnleika um hesar avbjóðingar, og hvussu tær kunnu loysast.

Endamálið við virðislønini er at gera vart við veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi. Virðislønin skal eggja til at arbeiða við burðardyggum loysnum í skúlanum og í samfelagnum.

Føroya Lærarafelag skipar Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags í samstarvi við Betri og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Í dómsnevndini er eitt umboð fyri hvønn partin.

Norska lærarafelagið, Utdanningsforbundet, hevur eisini sína veðurlagsvirðisløn. Nærri kunning um teirra virðisløn og vinnarar fæst á:
https://www.utdanningsforbundet.no/om-utdanningsforbundet/priser/utdanningsforbundets-klimapris/

Allir fólkaskúlar og frískúlar kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Veðurlagsvirðislønin verður latin einum skúla, har allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur hevur arbeitt við veðurlagsavbjóðingunum.

Vinnarin er ein skúli, ið hevur eggjað børnum og ungum til at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum og veðurlagsloysnum. Vinnarin skal hava lokið minst eitt av hesum krøvum:

Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Loysnirnar kunnu vera staðbundnar og til dømis snúgva seg um orkunýtslu, burturkast, keyp, nýtslu og flutning.
Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina í skúlanum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein fyrimynd, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2021 kl. 20.00, og virðislønin verður handað á aðalfundi Føroya Lærarafelags 8. mai 2021.

Viðtøkurnar og umsóknarskjalið greiða frá, hvørji krøv eru til umsøkjaran, og umsóknin, sum er í mesta lagi eina síðu, verður fylt í umsóknarskjalið og send til lararaf@lararafelag.fo. Afturat umsóknini kunnu stutt viðkomandi viðfesti vera, sum t.d. frágreiðing um tiltøk, úrslit ella viðmæli.

Spurningar um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags kunnu sendast til lararaf@lararafelag.fo.    Vit vóna, at skúlar taka væl ímóti Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags, og at hetta fer at stuðla arbeiðinum.

Vinnarin av fyrstu Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags var Eysturskúlin í Tórshavn, ið arbeiðir við at geva næmingunum innlit í, hvussu vit m.a. kunnu velta okkara egna grønmeti og nýta lívrunnið til sankutøð.

Niðanfyri eru leinkir til ymiskt tilfar, ið gevur íblástur til arbeiðið við veðurlagsavbjóðingunum hjá børnum og ungum:  

https://groenforskel.dk/boern-og-klima/

http://xn--victoriaogverdensmlene-55b.dk/?page_id=283

https://www.tv2lorry.dk/koege/nyt-undervisningsmateriale-skal-forebygge-klimaangst-hos-boern

https://kefm.dk/klima-for-skoleelever/

https://edison.ffe-ye.dk/

https://www.groen.kk.dk/

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.