Leys størv

Varaskúlastjóri til Hoyvíkar skúla

Hevur tú hug og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Her sleppur tú saman við leiðslutoyminum, at seta tín dám á vangan hjá skúlanum framyvir.

Í Hoyvíkar skúla ganga um 370 næmingar í 1. til 9. flokki. Í skúlanum er eisini eitt skúlatilboð til børn við autismu og líknandi avbjóðingum. 50 starvsfólk starvast í løtuni í Hoyvíkar skúla. Starvið verður sett frá 1. august 2025.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.

Harumframt skal varaskúlastjótrin saman við leiðslutoyminum

standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og medábyrgd

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er kann tað vera ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava

góð leiðslu- og samstarvsevni
vilja og evni at royna nýggjar leiðir
góðan málsligan førleika á skrift og í talu
førleikar at taka neyðugar avgerðir og vera sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Hoyvíkar skúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Mánaðarlønin er kr. 47.752,62 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsókn saman við prógvi/-um, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25.apríl 2025.

Umsóknin verður send skúlanum við posti, sí ovast á síðuni, ella við telduposti til: hoy@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Mariu Reinert Jensen, skúlastjóra á tlf. 290069 ella við at senda teldupost til hoy@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni