Leys størv

Varaskúlastjóri á Skúlatrøð

Spennandi tíðaravmarkað starv frá 1. oktober 2021 til 24. juni 2022 sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð er nú leyst at søkja

Um skúlan:

Á Skúlatrøð ganga í løtuni uml. 720 næmingar. Harafturat eru vit uml. 100 starvsfólk, sum starvast á skúlanum.

Á skúlanum hava vit ymiskar uppgávur, men vit leggja dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipað viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Harafturat vilja vit námsfrøðiliga arbeiða við at skapa og læra – spyrja og svara.

Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild og hádeild umframt eina serdeild.

Á sumri í 2020 fluttu vit inn í snotulig høli, sum eru 1. byggistig í einari útbygging av skúlanum. Farið verður nú undir 2. og 3. byggistig.

Um starvið:

Sum varaskúlastjóri ert tú við til at mynda skúlan saman við leiðslutoyminum.

Í starvinum fert tú fyrst og fremst at hava ábyrgd av 7. til 10. flokki. Harafturat verða aðrar leiðsluuppgávur ein partur av gerandisdegnum.

Førleikakrøv:

Søkt verður eftir einum varastjóra, sum vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visjón skúlans. Vit ynskja:

At tú ert fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva
At tú hevur mennandi starvsfólkaleiðslu og leiðslustíl
At tú virkar fyri trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum
At tú virkar fyri at skapa virðing fyri skúlanum
At tú hevur góðan málførleika í skrift og talu
At tú hevur hollan kunnleika innan KT

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir ella útbúgving.

Lønar- og setanartreytir:

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 45.561,95 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. oktober 2021 og er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 10. september 2021 kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700  Klaksvík

Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.