Tíðindi

Vantandi vitan um ADHD vandamikil

- Ein lærari, sum ikki hevur fakligu vitanina um ADHD, skilir og rúmar ikki eitt barn við ADHD, og megnar ikki at hava við næmingar at gera, sum hava avbjóðingar, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum

30. desember 2019

Vantandi viðurkenning av og vitan um ADHD kann vera vandamikil. Tá ið børn, sum hava avbjóðingar, sum til dømis ADHD, ikki verða møtt av fakfólki, sum skilja tey, og sum kenna til avbjóðingarnar, tey hava, kunnu tey gerast strongd. Strongdin kann fáa tey at gera ymiskt óheppið, sum til dømis at verða harðlig móti øðrum næmingum og lærarum. Bjørg Dam vísir á eitt feskt dømi um, at barn við ADHD hevur verið so strongt, tí tað er misskilt so ofta, at tað hevur hótt ein lærara. Úrslitið av hesum var, at barnið var tveitt úr skúlanum.

- Í hesum førinum hevur skúlin ikki hugt at orsøkini til, at barnið bar seg at, sum tað gjørdi, men bara at gerðini, barnið gjørdi. Barnið verður í grundini revsað fyri at vera sum tað er. Sum foreldur hava vit mangan sitið yvir fyri lærarum, sum hava sagt, at teir vita ikki, hvat teir skulu gera, tí teir røkka ikki barni okkara. Ein lærari, sum ikki hevur fakligu vitanina um ADHD, skilir og rúmar ikki eitt barn við ADHD, og megnar ikki at hava við næmingar at gera, sum hava avbjóðingar. Lærarin verður strongdur, næmingarnir verða strongdir og koma til at gera ymiskt, tí teir megna ikki støðuna, teir eru í. Vantandi vitan kann eisini hava tað við sær, at eru tað fleiri børn við avbjóðingum í sama flokki, so sær lærarin bara tann næmingin, sum ger mest um seg. Og tað er eisini vantandi vitan, tá ið tað verður sagt um børn, sum hava ADHD, at orsøkin er foreldrini, sum ikki duga at uppala børn síni. Lærarar, sum ikki hava innlit í ADHD, megna ikki at skapa teir neyðugu karmarnar um børn, sum hava ADHD, og tað kann hava skaðiliga avleiðingar fyri børnini. Vit vita til dømis, at tað ringasta fyri børn við avbjóðingum, so sum ADHD og ADD, er at vera í einum stórum flokki. Um tú sum lærari skeldar og revsar heldur enn at royna at skapa karmar, sum hava fyrilit fyri barninum, kann tað hava sera álvarsligar avleiðingar fyri barnið, og fyrr ella seinni gongur tað galið.

Bjørg Dam ásannar, at tað er ikki einstaki lærarin ella skúlin sum so, sum skal lastast.

- At viðurkenna ADHD sum eitt menningarórógv og at førleikamenna lærarar, soleiðis at teir megna at vera um næmingar við ADHD og skapa góðar karmar eigur samfelagið at gera, tað vil siga, at tað er politiska skipanin fyrst og fremst, sum eigur at raðfesta tað.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.