Tíðindi

Vantandi gransking ger, at vit avrita í blindum

- Av tí at vit hava so lítla gransking í Føroyum, taka vit ov lítið støði í okkum sjálvum. Tí avrita vit ferð eftir ferð í blindum ov nógv av tí, sum verður gjørt uttanlands, eisini mistøk, sigur Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.

20.01.2020

Fólkaskúlin í Føroyum er undir støðugari ávirkan av skúlapolitiskum rembingum uttanlands. Rák og rembingar, serliga í Danmark, plaga at gera seg galdandi í Føroyum eitt sindur seinni. Ikki so sjáldan taka vit hugskot, tiltøk og annað til okkara, uttan gjølliga umhugsan, kjak ella viðgerð, og tí gera vit mangan somu mistøk, sum gjørd verða aðrastaðni.

- Sum lítið samfelag hava vit lyndi til at taka til okkum tað, sum altjóða samfelagið sigur og ger; umframt ger tað seg galdandi fyri okkum, at vit hava eina søgu saman við Danmark. Tí taka vit ov lítið støði í okkum sjálvum. Ferð eftir ferð avrita vit í blindum ov nógv av tí, sum verður gjørt uttanlands, eisini mistøk. Í løtuni eru vit í einum tíðarlumma, haldi eg. Eg havi varhugan av, at vit gera somu mistøk, sum tey gera í Danmark, í staðin fyri at læra av teimum. Orsøkin er heilt sikkurt, at vit hava so lítla gransking. Søgan sigur, at vit plaga at vera umleið 10 ár aftan fyri Danmark, tað vil siga, at tað, sum verður sett í gildi í Danmark, kemur til Føroya 10 ár seinni.

Ein avleiðing av, at vit ikki kanna í nóg stóran mun, hvussu vit í roynd og veru gera í Føroyum og tí taka støði í egnum viðurskiftum, er, at vit tá heldur ikki í nóg stóran mun bera eyga við gimsteinarnar, sum vit hóast alt hava, sigur Frida Poulsen.

- Tað er væl hugsandi, at vit eru á eini góðari kós, eisini tá ið talan er um inklusjón, tað er í øllum førum mín varhugi, og tí mugu vit ikki glaðbeint detta í somu fellu, sum Danmark gjørdi fyri tveimum áratíggjum síðan, tá ið serflokkar vórðu stovnaðir í hópatali. Hyggja vit at politisku skipanini, so hava vit bundið um heilan fingur og samtykt, at vit vilja hava ein inkluderandi skúla. Í álitinum um sernámsfrøði frá 2014 stendur, at vit megna ikki at inkludera øll, og at vit mugu hava serflokkar við dygdargóðum tilboði til næmingar við serligum avbjóðingum. Tilmælini, sum tá vórðu gjørd, søgdu, at vit skuldu ikki hava fleiri enn eitt ávíst tal av serflokkum, og at ansast má eftir, at vit ikki víðka tann ventilin.

Umframt tann eina serskúlan í Føroyum, Skúlan á Trøðni, eru fleiri serflokkar stovnaðir í økjunum kring landið seinnu árini. Hesar stovurnar ella flokkar eru staðsettir í einum vanligum skúla og eru ætlaðar næmingum við serligum avbjóðingum, og tað er Sernám, saman við skúlunum, sum visiterar næmingarnar til serstovurnar. Tað er Mentamálaráðið, sum skal góðkenna, at ein serflokkur verður stovnsettur.

Frida Poulsen hevur fingið játtað trý ára granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til ph.d.-verkætlan sína, sum hon nevnir Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna námsfrøði og sernámsfrøði; umframt hevur hon fingið stuðul frá Mentamálaráðnum. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari og cand.ped.ped.psyk. og BA í stjórnmálafrøði. Komandi trý árini er hon í hálvum starvi á Fróðskaparsetri Føroya og hálvum starvi á Danmarks Pedagogiska Universiteti (DPU).

Les samrøðu við Fridu Poulsen um inklusjón í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni