Tíðindi

Vanligt at foreldur stríðast við barnauppaling

Men foreldur, sum stríðast við at uppala børn síni, verða ikki altíð tikin í álvara. Tað heldur Stein Erik Ulvund, sum er professari í námsfrøði.

01.12.2023

Hóast tað er ein veruleiki, at nógv foreldur stríðast við uppalingini, so verður tað onkursvegna ikki góðtikið, at foreldur ikki megna at uppala børn síni, tí tað verður væntað, at tey megna uppgávuna. Tað sigur Stein Erik Ulvund, sum er professari í námsfrøði í Noregi.

Foreldur skuldarkenslur

So skjótt okkurt gongur galið í viðurskiftunum millum foreldur og børn, fáa foreldrini skyldina. Ulvund, sum er professari við Universitetið í Oslo, heldur, at eisini fakfólk hava lyndi til at geva foreldrunum skyldina. Hann er greiður yvir, at tað ikki altíð er so lætt at uppala børn, og at foreldur vanliga gera sítt besta, uttan at tey føla, at tað hjálpir.

– Vit mugu skilja, at tað kann vera trupult og kann vera fløkt, sigur hann. 

– Tað kunnu vera so nógv ymisk viðurskifti, sum kunnu gera tað avbjóðandi at uppala børn. Uppalingin hjá foreldrunum eru bara ein faktorur.

Námsfrøðingurin er greiður yvir, at summi børn hava eitt ógvuliga avbjóðandi temperament. Vanliga seta flest okkara temperament í samband við at vera illsintur og at hava “stutt fjús”, men tað snýr seg um, hvussu sosialur tú ert, um tú ert smæðin og aðrar eginleikar.

– Børnini hava ikki skyldina, men tað hava foreldrini heldur ikki. Foreldur tørvar hjálp at takkla børnini, og at onnur skilja støðuna, tey eru í. Tað er óheppið, at tey ofta fáa skyldina fyri ymiskt, sigur Ulvund til forskning.no.

Hjúkla ov nógv

Upp ígjøgnum tíðina hevur viðfaringin av børnum verið vánalig. Fyri 100 árum síðan hildu nógv vaksin, at uppaling og góð virði og hugburður skuldi bankast inn í børn. Við tíðini er fatanin av børnum broytt munandi. Í dag hava vit øll ta fatanina, at børn hava stórt virði og eiga at verða viðfarin við virðing. Onkur heldur, at vit eru farin ov langt og eru komin hartil, at vit mangan skilja okkara børn í hel. At vit gera ov nógv fyri tey og hjúkla ov nógv um tey. Kortini kemur tað fyri, at børn og ung í okkara parti av heiminum eru fyri harðskapi í heiminum.

– Tú fert at gera nógv skeivt

Stein Erik Ulvund hevur tikið lut í einum kjaki í Noregi um harðskap í heiminum. Har undirstrikaði hann, at alt slag av harðskapi, um tað er likamligur ella sálarligur, er skaðiligur.

 Í samrøðu við forskning.no eftir kjakið segði hann: 

– Nógv dømi eru um, at foreldur hava eina atferð, sum á ongan hátt eigur at verða góðtikin, og sum kann ávirka sálarligu heilsuna hjá børnunum. Við nøkrum undantøkum er tað fyrst og fremst tað, sum hendir aftur og aftur, sum er ein stórur trupulleiki, sigur Ulvund. 

Men hetta er ikki galdandi fyri stóra meirilutan av foreldrum, minnir hann á.

– Sum foreldur fert tú óivað at gera nógv skeivt í uppalingini. So leingi tú ikki gert okkurt skeivt alla tíðina, fer tað uttan iva at ganga væl. Tað eru nógvir vegir, sum føra til normala menning, sigur hann.

Einki fasit fyri barnauppaling

Ulvund hevur havt barnauppaling sum yrkisøki í 40 ár.

Hann sigur, at hann er vorðin meiri og meiri í iva um, hvør rætti mátin at uppala er. Tað er einki fasit, skrivar hann í bókini «Rakkerunger og englebarn», sum kom út í 2014. 

– Barnauppaling er ógvuliga ymisk, treytað av, um tú fært eitt “einglabarn” ella ein “óargaunga”. Og júst tað er ógvuliga tilvildarligt, sigur hann við forskning.no. 

Kanska tað týdningarmesta, sum professarin sigur, er, at barnið, sum tú hevur fingið, útloysir tín máta at vera uppá yvir fyri júst hesum barninum.

– Fært tú fleiri børn, megnar tú ikki at uppala tey akkurát líka. Hevur tú eitt barn, sum er avbjóðandi og hevur eina atferð, har tað roynir øll mørk, ert tú noyddur at vera nógv strangari enn tú hevur hug at vera. Men fært tú eitt barn, sum eingir trupulleikar eru av, hevur tú leysari teymar. Foreldur gera vanliga hetta púra intuitivt, heldur Ulvund. Hetta megna tey uttan ráð ella hjálp frá yrkisfólki.

Ráðini peika í allar ættir

Kortini eru nógv foreldur í iva, tá ið talan er um góða barnauppaling. Hvat skulu tey í grundini leggja seg eftir at gera?

Tað er ikki løgið, heldur Ulvund, tí ráðini, sum tey fáa, peikar í allar ættir.

– Bæði fakfólk og ymisk kend fólk koma við ráðum, sum eru betur egnað at ørkymla enn upplýsa fólk. Ráð, sum ikki eru fakliga grundað.

Skal Stein Erik Ulvund sjálvur geva foreldrum eini ráð, so er tað, at tey ikki skulu lurta eftir ráðum, sum tey halda ikki er góð fyri tey.

– Í frumskóginum av ráðum kanst tú koma langt við at halda teg til hesi, sigur hann:

At geva barninum treytaleysan kærleika
Seta greið mørk
Góðtaka barnið, sum tú hevur fingið, upp á gott og ilt.

Um viðurskiftini gerast trupul, kann tað vera skilagott at biðja um hjálp frá teimum, sum veita hjálp, sigur professarin, men tá ert tú bundin av, at tú møtir onkrum, sum skilir avbjóðingina, tú hevur. Summi, sum veita hjálp, har lítlar royndir í at uppala børn og hava mangan eina fatan av barnauppaling, sum er snævur, sigur hann.

Ofta endar sambandið við hjálpartænastuna uppat, tí barnið fær staðfest ADHD. Alt ov nógv fáa ta diagnosuna, heldur Ulvund.

– Summi foreldur vilja gjarna hava eina diagnosu, tí so føla tey, at tey ikki hava skyldina, um okkurt gongur galið. Og so fáa tey eisini hjálp frá ymiskum.

Les alla greinina á www.forskning.no

https://forskning.no/barn-og-ungdom-psykologi/det-er-helt-normalt-a-slite-med-barneoppdragelse-mener-forsker/2238732

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.