Tíðindi
15.04.2025
Í seinastuni hevur samstarv millum foreldur, skúlar og SSP verið ein týðandi partur av at tryggja, at børn nýta miðlar á ein ábyrgdargóðan hátt. Hetta samstarvið hevur millum annað við sær, at foreldur skipa fyri felags leiðreglum, sum hava ført til betri vanar, tá ið talan er um skíggjanýtslu. Góðu søgurnar eru fleiri og vísa, at tað gongur rætta vegin. Í dag eru færri børn, sum fáa Snapchat í 4. flokki, og fleiri foreldur enn áður velja heldur at geva børnum sínum í fyrsta flokki knappatelefon enn snildfon.
SSP hevur arbeitt við at styrkja foreldrasamstarv um miðlanýtslu við felags leiðreglum. Felags leiðreglur hava víst seg at vera ein av bestu háttum at stuðla børnum í at nýta miðlar á sunnan hátt. Leiðreglurnar styrkja samstarvið millum foreldur og hava jaliga ávirkan á bæði felagsskapin millum børnini og eisini millum foreldrini.
Dømi um leiðreglur eru oftast: at bíða við snildfon til ávísan aldur, halda aldursmørk, tá ið talan er um spøl og sosialar miðlar, skíggjafríar føðingardagar og átøk at betra um felagsskapin. Foreldur vitanardeila eisini sínámillum um t.d., hvørji amboð tey brúka til at tálma skíggjanýtsluni, og hava lættari við at tosa við hvønn annan, tá støður taka seg upp í og uttan fyri skúlan.
Í samstarvi millum fleiri skúlar og foreldur eru frá skúlabyrjan eisini gjørdar avtalur um, nær børn fáa telefon og snildfon og nýtslu innan skúlans gátt. Hetta hevur lætt um ivamál, tá slíkar avtalur verða gjørdar beinanvegin, og minkað um óhepnar støður á sosialum miðlum, nú fleiri børn nýta knappatelefonir.
Í sambandi við átakið Góðir miðlavanar sæst í skráseting hjá SSP-ráðgevingini at Snapchat verður minni brúkt í flokkum, har vitjað varð:
Í 2021 høvdu 82 % í 4. flokki Snapchat, í 2022 vóru tað 70 %, og í 2024 vóru tað 25 % í 4. flokki, ið høvdu Snapchat. Ongin skráseting er gjørd fyri 2023 av tí, at virksemið var skert.
Tað, vit síggja í dag, er, at samstarv og felags leiðreglur ikki bert kann styrkja samstarvið millum foreldur, men eisini styrkja samstarvið við skúlan og læraran. Tá vit øll gera eitt lítið sindur eyka, sum at vísa áhuga og virða leiðreglur hjá hvørjum øðrum, vísa vit børnum okkara, at vit samstarva. At samstarv millum foreldur, og millum foreldur og skúla, hevur týdning, um vit vilja hava framgongd.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2025