Tíðindi

Valfundur um fólkaskúlan

Hósdagin 1. desember klokkan 15.15 verður pallborðsfundur um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini

29.11.2022

Fólkaskúlin er grundin undir vælferðarsamfelagnum. Tað halda vit undirritaðu, sum hósdagin 1. desembur kl. 15.15-17.00 skipa fyri valfundi um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini, har almenningurin og umboð fyri allar politisku flokkarnar eru boðin við. 

Skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Tí ynskja vit kjak um fólkaskúlan og tey viðurskifti, hann virkar undir.

Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin. 

Læraraútbúgvingin hevur meir enn 150 ár á baki, Lærarafelagið er næst elsta fakfelag í landinum, og í 2006 fingu vit Heim og Skúla, tí kunnu vit í dag ditta okkum at spyrja:

Er fólkaskúlin vorðin eitt prosjekt hjá seráhugamálum í dagsins samfelag, ella er skúlin trygdin fyri dannilsi, fólkaræði, samhaldsfesti og samfelagsmenning í komandi tíðum?

Hevur tú hug at hoyra, hvat valevnini hugsa um fólkaskúlan? Ella kanska hevur tú spurningar til valevnini? Jamen, so er at koma í auluna á Námsvísindadeildini hósdagin 1. desembur klokkan 15.15.

Birgir Kruse er orðstýrari.

Tiltakið verður stroymt.

Føroya Lærarafelag               Námsvísindadeildin               Heim & Skúli

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.