Tíðindi

Valdsnýtsla í fólkaskúlanum tvífaldað

Tað hendir oftari nú samanborið við fyrr, at lærari kennir seg noyddan at taka í ein næming; í nógvum skúlum í Danmark verða tilburðirnir nú skrásettir.

29.06.2017

Talið á skrásettari valdsnýtslu í fólkaskúlunum í Danmark er seinastu trý árini meiri enn tvífaldað. Valdsnýtsla í fólkaskúlanum er, at ein lærari tekur í ein næming ella heldur honum fast fyri at steðga honum í at fremja harðskap, herverk og annað. Í miðal vóru 30 mál skrásett í kommununum í 2013 samanborið við 64 í 2016.

Tað er danska sjónvarpsrásin, DR Syd, sum hevur biðið um innlit í málið. Tey hava verið í sambandi við tær 98 kommunurnar, harav 84 hava svarað. Av teimum 84 kommununum hava 22 teirra skrásett valdsnýtslu í fólkaskúlanum síðan 2012.

Tá ið valdsnýtsla verður skrásett í Bohrskolen í Esbjerg, er oftast talan um næmingar, sum hava eina diagnosu, til dømis ADHD; vanliga er tað ein lærari, ið hevur tikið í ein næming.
- Sum lærari kanst tú ikki bara hyggja at, tá ið tveir næmingar berjast og eru í ferð við at sorla hvønn annan. Tá ert tú noyddur at leggja uppí og steðga teimum; valdsnýtsla kann verða neyðug fyri at verja eitt barn, til dømis tá ein næmingur stendur og slær høvdið í ein vegg. Tá hevur tú skyldu at steðga tí, sigur Lisbeth Beyer, samskipari av serflokkunum í Borhskolen.

Økingin í talinum á skrásettari valdsnýtslu snýr seg ikki neyðturviliga um, at fólkaskúlin er merktur av valdsnýtslu og -misnýtslu. Tað sigur næstforkvinnan í Barnaráðnum, Lone Beyer. Økingin kann eisini vera úrslit av, at skúlarnir duga betur at skráseta tað, sum fer fram.
- Ein øking er altíð ein trupulleiki og vekir stúran, men tað er sjálvandi gott, um tað einans kemst av, at tú ert farin at skráseta meiri, og at vit gáa meiri um valdsnýtslu, sigur Lone Beyer.

Næstforkvinnan í Barnaráðnum, Lone Beyer, heftir seg við, at økingin kann skyldast, at skúlarnir gáa meiri um hetta vandamálið. Kortini heldur hon, at tølini eru órógvandi. Hon leggur tó dent á, at nýtslan av valdi eigur at verða so lág sum til ber.
- Tað skaðar børn at brúka vald ímóti teimum. Í eini støðu, har tú ert noyddur at halda fast í einum næmingi, upplivir næmingurin jú ikki, at tey vaksnu vilja teimum væl. Og næmingarnir skulu hava álit á teimum vaksnu, sigur Lone Beyer.

Í danska lærarafelagnum eru tey ikki fegin um gongdina, sigur Thomas Andreasen, deildarstjóri í felagnum. Hann heldur, at økingin kemst av, at tað eru fleiri næmingar í flokkunum.
- Eg haldi, at økingin kemst av, at tað eru fleiri næmingar í flokkunum samstundis sum tað eru færri lærarar; alt inklusjónsrákið ger, at tað eru fleiri tvístøður millum næmingar; valdsnýtsla er ein neyðloysn, og tí er økingin ein trupulleiki, sigur Thomas Andreasen.

Kelda: dr.dk apríl 2017


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.