Bloggur

Vælafturkomin og til lukku!

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, bloggar

30. september 2020

Ársætlan fyri lærugreinir kekk, ársætlan fyri flokkar kekk, næmingalæruætlan kekk, onkur ætlan, eg ikki havi gloymt at nevna her kekk.

Vælkomin aftur í skúla. Ahja, umframt hatta havi eg eisini tikið ímóti næmingunum, havt foreldrafundir, foreldraviðtalur og sjálvsagt allar hinar fundirnar, ið hoyra til fyri at tað kann lata seg gera at gera hesar ætlanirnar. Stille og roligt. Einki stress. Eg dugi jú at skriva hesar ætlanirnar. Learning by doing, sum hannsjálvur Dewey so væl segði tað einaferð.

Læraraskúlin 150 ár í ár – hjartaliga til lukku við tí!
Hvussu man læraraskúlin hava verið, tá hann, fyri eitthundraðoghálvtrýssj árum síðani, varð settur á stovn, hvussu var hann tá skipaður? Mundu lærarar tá læra um Aristoteles, Piaget og Gardner ella líknandi ástøði ella lærdu lærarar bara at undirvísa? Altso, eg meini undirvísa líkasum at læra børnini okkurt heilt ávíst. Eg siti faktisk og undrist, hvussu tað man hava verið.
Hava lærarar tá lært, hvussu teir skuldu skriva ársætlanir fyri flokkin, lærugreinina og so framvegis – alt í samsvari við teirra námsætlan sjálvandi? Eg kundi væl hugsað mær at sæð eina námsætlan frá skúlagongdini fyri 150 árum síðan, síggja, hvussu hon er broytt samanborið til ta, vit hava í dag.

Eg kundi eisini hugsað mær at sæð, hvussu undirvísingargongdirnar í ymsu lærugreinunum hava sæð út.
Hvør man hava bestemmað í skúlanum tá? Lærararnar, børnini ella kanska foreldrini?

Hevði lærarin frælsi til at gera júst tað, honum lysti? Eg má viðganga, at eg viðhvørt kenni meg eitt sindur kroystan, tá eg fyrireiki undirvísing. Hvat nú um eg fái onkur foreldur upp á nakkan, tí eg velji júst henda leistin ella júst henda tekstin. Eg hugsi um tað. Eg eigi jú at bestemma. Classroom management – you know, ha? Men altso, man veit ongantíð?

Sá tvær skemtiligar myndir á netinum ein dagin. Á vinstru síðu var skúlin fyrr teknaður upp. Lærarin og foreldrini vóru í parti og settu barnið upp á pláss. Høgrumegin vóru tað barnið og foreldrini, ið settu læraran upp á pláss. Kanska eri eg so nýggjur í yrkinum, og tað er orsakað av hesum, at eg hugsi um hetta.
Hvussu nógvar linjugreinar høvdu læraralesandi fyri 150 árum síðan?

Eg bleiv liðugur í 2017 – tíverri, hugsi eg viðhvørt. Eg havi tvær lærugreinar á linju. Um eg bleiv útbúgvin í ár t.d., so hevði eg tríggjar. Eg hevði havt trý bein at staðið á. Ein risastórur fyrimunur, tá tú skal søkja starv.

Um eg vil hava triðja beinið at standa á, so má eg søkja um niðursetta arbeiðstíð, tí tað er møtiskylda á Frælsinum. Seinast eg kannaði í øllum førum. Óheppið! Enn meira óheppið er, at skúlagongdin, í hvussu so er frá 2013-2017 var øgiliga skiftandi. Eitt tíðarskeið var eg í skúla mánadag, onsdag og tórsdag, men so mitt í skúlaárinum broyttist tað til mánadag, týsdag og fríggjadag. Tað er jú ikki haldbart fyri mína leiðslu, ið leggur tímatalvuna áðrenn summarfrítíðina. Eg má nokk bara liva við báðum linjugreinunum, sum eg havi.

Kanska um nøkur ár, tá læraraskúlin er eldur nakað, kann eg fáa eina linju afturat – vit liva í vónini.

Eg havi viðhvørt ilskast inn á læraraskúlan – nógvar ymiskar orsøkir eru til tess, men eg fegnist um, at eg hevði møguleikan at nema mær hesa útbúgving í Føroyum. Tá alt kemur til alt eina góða útbúgving.

Mítt ynski er, at læraraskúlin framyvir skal mennast og gerast gagnligur hjá føroyska fólkaskúlanum, at tað verða útbúnir lærarar til føroyska fólkaskúlan, til føroysk viðurskifti – lærarar, sum hava fingið møguleikan at royna seg av, áðrenn teir hava avleverað sína bacheloruppgávu og staðið síðstu royndina.

Skilji á lagnum, at læraraskúlin manglar fígging, so góðu tit politikarar – gevið fødselarinum eina ordiliga góða føðingardagsgávu! Jú betri gávan er, jú betri lærarar fáa tit og enn betri framtíðarsamfelagsborgarar eiga vit um nøkur ár.

Læraraskúlin, hann leingi livi! Hurrá hurrá hurrá og so tað langa HURRÁÁÁÁÁÁ!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.