Tíðindi

Uttan vitan um sernámsfrøði fáa vit ikki ein góðan fólkaskúla

Av tí at sernámsfrøðiliga økið í Føroyum framvegis er ungt, hava vit ikki í nóg stóran mun ment eina vitan um sernámsfrøði, - og serliga við støði í føroyskum jørðildi. Hetta sæst aftur í, hvussu vit fata og arbeiða við sernámsfrøði. Tað heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini og ph.d.

12.02.2024

Sernámsfrøðin er ikki ein inkluderaður partur av fólkaskúlanum og almennu skúlaskipanini, og fatanin av, hvat serligur tørvur er, og hvat sernámsfrøði er, er trong. Og tað er hon, hóast tað eru umleið 40 ár síðan fyrstu serlærararnir vóru útbúnir í Føroyum. Tað sigur Frida Poulsen, sum er útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini. Námsvísindadeildin er hetta skúlaárið farin undir nýggjan flokk av lærarum, sum taka eftirútbúgving í sernámsfrøði, tann fjórða í 40 ár.

- Hetta er fyrsta stigið at seta eina føroyska sernámsfrøðiliga útbúgving á stovn og at koma fram til nakrar sernámsfrøðiligar hættir at arbeiða við avbjóðingum í fólkaskúlanum. Tað er sera umráðandi, at tey, sum arbeiða við næmingum við serligum tørvi, javnan sleppa at eftirútbúgva seg innan øll øki í sernámsfrøðini. Yvirskipað eru størstu avbjóðingarnar at síggja sernámsfrøðina sum ein inkluderandi og neyðugan part í fólkaskúlanum. Vit fáa ikki ein góðan fólkaskúla uttan eina sernámsfrøðiliga vitan, og hesa vitanina mugu vit hava inni í skúlunum. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at børn, sum høvdu serligan tørv, vórðu flutt av landinum. Í øðrum londum hevur gongdin verið tann, at tá ið sernámsfrøðin flutti frá andveikraverndini inn í skúlarnar, fóru tey at útbúgva starvsfólki í sernámsfrøði. Sama gongd hevur ikki verið í so stóran mun í Føroyum. Tá tað er sagt, so er skipað fyri nøkrum eftirútbúgvingum innan tað sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum.

Frida Poulsen heldur, at vit í stóran mun hava tagt sernámsfrøðina burtur. Lítið og einki er niðurskrivað um sernámsfrøði, og tað ger grundarlagið undir sernámsfrøðini í fólkaskúlanum sera veikt.

- Sernámsfrøðin hongur í einum klønum tráði í grein 4 í fólkaskúlalógini. Vit hava eina kunngerð frá 1990, sum ikki er blivin broytt samsvarandi broytingum, sum eru gjørdar innan økið, og eina nýggjari frá 2016. Vit eiga at fáa sernámsfrøði betur kjølfesta í skúlalóggávuni. Hetta ger seg eisini galdandi fyri inklusjónshugtakið. Vilja vit hava fólkaskúlan at vera fyri øll okkara børn, sleppa vit ikki undan at taka inklusjón í álvara.

Tað var í heyst, at ein flokkur við 33 starvsfólkum í skúlunum fór undir stakskeið í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hetta skúlaárið telur skeiðið 15 ECTS-stig.

- Ætlanin er, at møguleiki skal vera fyri at byggja víðari á hetta skeiðið komandi árini. Undirvíst verður í grundaleggjandi hugtøkum innan sernámsfrøði bæði sum námsfrøðilig sergrein og sum partur av almennu námsfrøðini. Dentur verður lagdur á sernámsfrøðiligar avbjóðingar í gerandisdegnum í skúlanum, ið krevja sernámsfrøðiligt fyrilit. Undirvíst verður í arbeiðshættum at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum og á samstarv millum fakbólkar, fakøki og fakgeirar. Komið verður inn á serundirvísing, undirvísingardifferentiering og inkluderandi sernámsfrøði.

Ætlað er, at grundskeiðið gevur atgongd til onnur skeið í sernámsfrøði, sum eftir ætlan verður bjóðað út lestrarárið 2024/2025.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.