Tíðindi

Uppskotið um broyting í fólkaskúlalógini fær avleiðingar fyri 10. flokk

- Um lógaruppskotið verður samtykt í verandi líki, so fáa smærru 10. floks-skúlarnir trengri karmar, enn teir longu frammanundan hava, sigur Føroya Lærarafelag

6. februar 2019

Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.

Uppskotið leggur upp til 5 broytingar, sum heimild skal veitast til. Tað er heimild at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali, at skipa samfelagsfrøði sum kravd lærugrein í 7.-9. flokki, at lækka tímatalið í 1.-9. flokki við 2 tveimum tímum um vikuna, at kommunur kunnu leggja smærri skúlar saman við einum størri skúla, og at enda at víðka verandi áseting, (grein 57, stk 10), so royndar- og menningarverkætlanir kunnu stuðlast.

Verður uppskotið at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali samtykt, so fer tað at fáa avleiðingar fyri verandi samstarvseindir. Tað sigur Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivi.

- Nógva staðni er longu vælvirkandi samstarv um 10. flokk, eisini tvørtur um kommunumark. Tí er lógarbroyting óneyðug. Broytingin leggur upp til, at tímar framyvir verða játtaðir til samstarvið, altso til ein 10. flokk. Sum nú er fáa t.d. tveir skúlar, sum samstarva um 10. flokk, játtaðar tímar til hvør sín 10. flokk uttan mun til næmingatalið. Hesin játtanarhátturin loyvir størri fjølbroytni í teimum smærru samstørvunum. Um lógaruppskotið verður samtykt í verandi líki, so fáa smærru 10. floks-skúlarnir trengri karmar, enn teir longu frammanundan hava.

Í lógaruppskotinum verður sagt, at “Í minsta lagi 15 næmingar skulu verða innskrivaðir, áðrenn 10. floks skúlasamstarv verður skipað.” Verður uppskotið samtykt í hesum líki, so missa fleiri skúlar 10. flokk. Lærarafelagið skjýtur upp í staðin, at minstamarkið eigur at verða strikað.

- Ein broyting kundi verið, at verandi 10. flokkar, sum samstarva, fáa eitt grundtímatal á 15 tímar + 1,1 tíma pr. næming um vikuna sum sítt íkast til 10. flokssamstarv, verður sagt í hoyringarskrivinum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.