Tíðindi

Uppskot um listaskúlaskipan í fólkaskúlanum

Bárður S. Nielsen, Edmund Joensen, Magnus Rasmussen og Bjørn Kalsø hava vegna Sambandsflokkin lagt uppskot fram til samtyktar um eina listaskúlaskipan í fólkaskúlanum

13. september 2018

Í uppskotinum heita løgtingsmenninir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um eina listaskúlaskipan. Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at stundin er komin, at landsstýrið eigur at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um eina listaskúlaskipan - eina listaskúlalóg, fyri Løgtingið. Lógin eigur at fevna um børn og ung í fólkaskúlaaldri, og listaskúlaskipanin eigur at virka kring landið.

Víðari verður sagt, at nógv er skrivað um hetta, hvussu list kann ávirka og menna børn og ung. Tað er gjøgnum listina, at børn og ung lætt koma í samband við síni skapanarevni og fáa møguleika at menna tey. Eisini eru nógv á einum máli um, at list bæði kann økja um innlæringarevnini hjá børnum og ungum, samstundis sum list eisini kann ríka kenslulívið. Tað er tí av stórum týdningi, at børn og ung fáa møguleikan at fáa serstaka undirvísing á listarliga økinum, og her hevði ein listaskúlaskipan verið ein góð loysn.

Endamálið við listaskúlanum eigur m.a. at vera at menna listarligu gávurnar hjá næmingunum og geva børnum og ungum førleikar, sum kunnu leggja grundarlag undir eitt ríkt listalív lokalt og í landinum yvirhøvur.

Vit kenna til musikkskúlaskipanina í Føroyum, og vanliga fatanin er, at musikkskúlin virkar væl, so tí verður mett, at gott hugskot er at kaga í ta lógina og fáa íblástur haðani.

Í áttatiárunum varð musikkskúlin, sum vit kenna hann í dag, settur á stovn. Í musikkskúlalógini stendur, at endamálið er at menna musikalsku gávur næminganna og geva teimum førleikar, sum kunnu leggja grundarlag undir ríkt musikklív á staðnum og í landinum yvirhøvur.

Staðfestast má, at musikkskúlin hevur verið og er ein grundsúla undir tónleika- og sanglívinum kring alt Føroya land í mong ár, bæði á amatør- og yrkisstøði. Eisini er stórur partur av symfoniorkestrinum í dag mannaður við føroyingum, sum hava tikið tónlistarliga yrkisútbúgving ymsastaðni í heiminum, men sum eru byrjaðir í musikkskúlanum í Føroyum.

Ein listaskúlaskipan hevði heilt avgjørt verið við til at ment skapanarevnini hjá børnum og ungum, og harvið eisini ment og ríkað listina í Føroyum í ókomnum døgum.

Tí verður heitt á landsstýrið at fara til verka at gera fyrireikingararbeiðið til eina listaskúlalóg, sum so verður løgd fyri Løgtingið til viðgerðar og støðutakan.

Uppskotið er lagt fram á Løgtingi 10. september 2018.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.