Tíðindi

Ungfólk fleiri møguleikar eftir 9. flokk

Seinastu átta árini eru fleiri eftir- og háskúlar komnir í Føroyum

26.01.2023

Nú á døgum hava tey, sum fara úr níggjunda flokki, fleiri møguleikar fyri øðrvísi skúlatilboði, áðrenn tey velja miðnám, yrkisútbúgving ella annað. Næmingar hava leingi leitað á eftir- og háskúla uttanlands eftir 9. flokk, og tað eru tað framvegis nógv, sum gera, men seinastu átta árini eru fleiri eftir- og háskúlar komnir í Føroyum: Ítróttaháskúlin í Suðuroy, Føroya Eftirskúli, Eftirskúlin Brúgvin, og Háskúlin í Nesvík. Aftrat teimum kemur tann elsti, Føroya Háskúli, og ein annar við nógvum árum á baki, Húsarhaldsskúli Føroya. Grøni Háskúlin á Sandi hevur einki virksemi í løtuni.  

Føroya Eftirskúli heldur til á Tvøroyri. Skúlin hevur trý ár á baki, og áhugin fyri skúlanum er vaksandi, sigur Poul Arni Holm, skúlastjóri.

- Tað tekur tíð at gera vart við seg í føroyska skúlalandslagnum, men nú sær út til, at tað fer at bragda! Tað serliga við umsóknum til næsta ár er, at helmingurin er næmingar úr Danmark, Svøríki og ein úr Týsklandi. Næmingarnir á eftirskúlanum hava fak og breytir saman við 10. flokki á Tvøroyri, og tað riggar væl. Tó hava eftirskúlanæmingarnir nakrar breytir fyri seg, millum annað serstøku FøroyaBreytina, sum leggur seg eftir at vitja allar oyggjarnar í Føroyum.

Børn hjá føroyskum útisetum vísa eisini skúlanum stóran áhuga.

- Eftirskúli er jú eitt ár, har tú mennist sera nógv við, at tú býr á einum vistarheimi saman við øðrum ungum og sleppur at velja nógvar ymiskar breytir og eisini fak, um tú vilt styrkja førleikar í ávísum fakum.

Tann nýggjasti háskúlin er Háskúlin í Nesvík. Tey byrjaðu fyrr í ár og eru enn í eini byrjanastøðu.

Vit lata skjótt upp fyri tilmeldingum til ungdómsskeiðið, sum byrjar í august 2023.

Harumframt halda nøkur av skeiðunum í heyst fram inn í várið 2023, og har eru umleið 50 næmingar á ymsum skeiðum. Næmingar skulu hava lokið 9. flok ella hava tilsvarandi aldur, sigur Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur.

Tann elsti háskúlin, Føroya Háskúli, marknaðarførir seg við, at tey eru einasta skúli til ung, har myndlist og leiklist verða undirvíst av útinnandi listafólki heilar 12 tímar um vikuna – men heilt uttan upptøkuroyndir. Hinir tímarnir eru til náttúru og mentan, skriving, næmingafundir, námsferðir og felags háskúlalív. Ársnæmingatalið í 2021 var 15 og í 2022 12. Tekningin fyri heystið 2023 letur eftir ætlan upp í januar. Næmingatalið er býtt upp millum búgvandi næmingar á heystskeiðinum og stuttskeið á vári. Á hvørjum ári eru altjóða næmingar.

Næmingarnir skulu vera fyltir 16, tá teir byrja. Næmingar úr øðrum londum skulu vera fyltir 18 og myndugir. Beint nú er helmingurin 18+, og helmingurin 16-17.

- Vit hava bæði næmingar beint úr 9. flokkii, úr 10. flokk, onkur sum hevur tikið steðg á Glasi og ein sum hevur stutta universitetsútbúgving. Tað, sum vit vænta, er, at tey bera seg at sum vaksin, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, skúlastjóri.

Áhugin at koma á Húsarhaldsskúla Føroya er ógvuliga stórur. Pláss er fyri 21 næmingum á heystskeiðnum. Skeiðið er altíð fullteknað og bíðilistin langur.

- Vit hava longu nú móttikið fleiri umsóknir til komandi skeið, sum byrjar í august. Treytin fyri upptøku er, at næmingurin hevur lokið 9. floks prógv ella hevur tilsvarandi aldur. Aldurin á næmingunum er ímillum 15-18 ár. Umleið helmingurin kemur úr 9. flokki. Næmingar koma úr øllum landinum, eisini úr útlandinum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Húsarhaldsskúli Føroya er ein skúli, har næmingurin sleppur at menna síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk. Her verður hugsað grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

- Sum næmingur lærir tú eina rúgvu um mat, um føroyska matmentan, um okkara tilfeingi, um kropp, heilsu og rørslu og alskyns handarbeiði. Vit ferðast eisini í egnum landi, skipa fyri hugnakvøldum og mentanartiltøkum.

Í Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík kunnu 40 næmingar vera. Árgangirnir higartil hava verið millum 11-31 næmingar.

- Okkara mál er, at tann ungi skal sleppa at síggja ymiskar síður av samfelagnum, bæði við at skúlin fær vitjanir, og at tey sleppa at vitja og síggja økir í samfelagnum. Ein uttanlandstúrur er eisini partur av skúlaárinum, har tað bæði er stuttligt, upplýsandi og avbjóðandi. Okkara motto er at brynja ung til lívið og at geva teimum amboð til lívsins amboðskassa. Lívið gerst gott, táið tú minnist, at tað er ein heimur uttanfyri teg sjálvan. Eitt ár á eftirskúla í Føroyum er eisini ein upplagdur møguleiki hjá føroyskum útisetum, at senda síni børn, sigur Hjørdis Háberg Petersen, ið er forkvinna í áhugabólkinum fyri skúlan.

Tað hevur ikki eydnast at koma í samband við Ítróttaháskúlin í Suðuroy.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.