Tíðindi

Ungfólk, sum spæla nógv telduspøl, duga væl enskt

Nógv børn og ung brúka nógva tíð til telduspøl hvønn dag; granskarar og foreldur hava leingi stúrt fyri, at hetta skal ganga út yvir skúlan, men nú vísa fleiri kanningar, at spælir tú nógv teldu, kann tað eisini hava góðar avleiðingar, eitt nú at kunnleiki tín í enskum verður góður. Kanningar vísa nevniliga, at nógvir næmingar fáa sera góðar førleikar í enskum.

23. desember 2019

Ein kanning, sum er gjørd í Svøríki av næmingum í 9. flokki, vísir, at tey, sum spæla telduspæl meiri enn fimm tímar um vikuna, fáa góðar førleikar í enskum. Tað eru Pia Sundqvist og Peter Wikström, granskarar í máli við Karlstads Universitet, sum hava gjørt kanningina.

– Tey, sum spæla nógv, brúka nógv ensk orð við trimum stavilsum í uppgávunum í enskum; tey fáa eisini betri karakter samanborið við tey, sum ikki spæla, sigur Sundqvist.

Nógvir av hesum næmingunum, sum spæla teldu, dámar best World of Warcraft og Counter-Strike. Spølini eru á enskum, og granskarin heldur, at spælini gera, at næmingarnir fáa størri orðfeingi á enskum.

– Tú mást lesa á enskum og víðka orðfeingið á enskum fyri at koma víðari í spølunum, sigur Sundqvist.

Kanningin fatar um 77 næmingar; granskarin vísir á, at tørvur er á fleiri kanningum á økinum fyri at fáa betri innlit í samanhangin millum førleikar í enskum og telduspøl.

– Eg haldi, at har er nógv áhugavert í svensku kanningini, sigur Lisbeth M. Brevik, granskari við Universitetið í Oslo. Hon hevur staðið fyri tveimum kanningum um sama evni við norskum næmingum.

- Tað er sera gott, at næmingar tosa enskt í frítíðini; hesar kanningarnar vísa, at næmingar, sum eru aftarlaga í summum lærugreinum, eru dugnaligir í øðrum. Tí er umráðandi at hyggja at heildarmyndini, sigur Lisbeth Brevik.

Onnur kanningin, hon hevur gjørt, vísir, at ein bólkur av næmingum hevur vantandi førleikar í norskum, men góðar førleikar í enskum. Hjá øllum er norskt móðurmálið, men kortini vóru tey stinnari í enskum enn norskum. Hetta vísir, at næmingar, sum lættliga kunnu vera mettir at vera í einum vandabólki orsakað av vánaligum førleikum í summum lærugreinum, kunnu vera dugnaligir í øðrum.

– Vit mugu hyggja meiri at heildini, tá ið vit meta um, hvørjar førleikar ein næmingur hevur, sigur Brevik.

Saman við starvsfeløgunum Rolf Vegar Olsen og Glenn Ole Hellekjær hevur hon út frá royndum hjá næmingum í lesing í norskum og enskum í einum framhaldsskúla gjørt eina kanning. Umleið 10.000 næmingar hava tikið lut yvir alt landið. Í alt kláraðu 463 av hesum næmingunum undir 20 prosent í kanningini í lesing á norskum; hetta er undir markinum, sum verður mett at vera nøktandi. Samstundis kláraðu hesir somu næmingarnir 60 prosent og meiri í royndini í enskum. Hetta eru serliga dreingir.

– Í samrøðu greiddu teir frá, at teir spæla nógv teldu, serliga online-telduspæl í meiri enn tríggjar tímar um dagin í miðal. Teir lesa vegleiðingarnar og brúka kjattfunkurnar við at skriva og tosa á enskum við tey, sum tey spæla ímóti kring allan heimin. Eisini hyggja tey at enskum filmum og lurta eftir enskum tónleiki; tey lesa tíðindi á enskum á Facebook og lurta og lesa lítið og einki á norskum. Tað sýnist sum, at hesin bólkurin hevur valt eina frítíð, sum bara gongur fyri seg á enskum, sigur Brevik.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.